Tað sum trý vita, vita túsund
- gamalt norrønt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað sum trý vita, vita túsund
- gamalt norrønt orðatak
Politikkur

Málið um metstóru bótina til Bakkafrost hevur seinastu dagarnar fylt nógv í miðlunum. Hetta er eitt mál, sum eg fari at taka upp við danska løgmálaráðharran, so skjótt sum ein nýggj stjórn er skipað.

Tað er eingin ivi um, at talan er um eitt sera óheppi mál, sum hevur skapt ivamál, bæði um mannagongdir og um rættartrygdina í Føroyum.

Ein grundarsteinur í einum rættarsamfelag, sum okkara, er, at ivi skal ikki vera um hvørki rættartrygd ella rættarkenslu.

Fólkið skal kunna hava álit á, at mál verða viðgjørd sakliga og eftir røttum mannagongdum.

Nógvir spurningar eru framvegis ósvaraðir, og tí er alneyðugt, at vit fáa greiðu á málinum.

Vit skulu ikki hava eitt rættarsamfelag, har vit seta spurnartekin við, um mannagongdirnar, sum skulu tryggja rættvísi verða fylgd.

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #