- Hesa seinastu vikuna hava russiskir viðmerkjarar brúkt meira tíð uppá Føroyar og Svalbard enn vanligt. Kanska tí Kreml hevur onkra ætlan sum er í fyrireiking.
Tað skrivar Paul Goble, greinari og serfrøðingur í evrasiatiskum viðurskiftum í miðlinum Eurasia Review.
Hann sær tað sum eina møguliga avleiðing av tosinum hjá USA um, at tað er neyðugt at USA hevur ognarskap yvir Grønlandi, tí trygdin krevur tað.
Paul Goble skrivar, at russar mest sannlíkt fara at royna at ávirka føroysku opiniónina ímóti Danmark.
- Russiski viðmerkjarin Aleksey Baliyev sigur, at royndir hjá Danmark at fáa Føroyar at fylgja ES-revsitiltøkum ímóti Russlandi bróta avtaluna frá 1977. Russland hevur havt kvotur við Føroyar, sum ikki hava verið raktar av ES-tiltøkum, men Danmark roynir at trýsta Føroyar at fylgja teimum. Hetta hevur økt ónøgdina í Moskva, sum vónar, at Løgtingið ikki góðtekur trýstið.
- Á sama hátt sum við Svalbard roynir Moskva at verja “spælireglurnar” og at varpa ábyrgdina á onnur, tá reglurnar verða broyttar — hóast Kreml ofta sjálvt brúkar henda háttin, tá tað tænir egnum endamáli, vísir greinarin á.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



