Tað sum trý vita, vita túsund
- gamalt norrønt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað sum trý vita, vita túsund
- gamalt norrønt orðatak
Politikkur

Hóast stóra ósigurin á valinum 12. apríl, er Viktor Orban framvegis virkandi forsætisráðharri í Ungarn.

Um hann vildi, kundi Viktor Orban verið á ES-toppfundinum, sum verður á Kýpros hósdagin og fríggjadagin.

Mette Frederiksen er virkandi forsætisráðharri í Danmark, og hon kemur á fundin. Eins og uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sum týsdagin luttók á fundi hjá uttanríkisráðharraráðnum í ES í Luksemborg.

Men Orban kemur ikki til Kýpros. Stólurin hjá Ungarn verður tómur í rúminum, tá ES-leiðararnir hóskvøldið byrja ein tveir dagar langan toppfund.

Hetta eru stór mál, sum ES-leiðararnir skulu umrøða við einum tómum ungarskum stól í rúminum.

ES-leiðararnir fara at umrøða støðuna í Miðeystri. Ukrainski forsetin, Zelensky, kemur á toppfundin, og í fráveru Orbans eru nýggj orðaskifti  um framtíðar stuðul hjá ES til Ukraina.

ES-leiðararnir skulu umrøða førleikan hjá ES-londum at verja seg í einum heimi, har amerikanski forsetin, Trump, aftur og aftur setur spurnartekin við verjusamgonguna hjá NATO.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #