Meira skal til at byggja land enn hurrárópandi mannamúgva
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Meira skal til at byggja land enn hurrárópandi mannamúgva
- úr Børkuvísum
Vinna

Vinnuhúsið: Á aðalfundi fríggjadagin 10. apríl legði Reiðarafelagið fyri Handilsskip dent á, at føroyski handilsflotin er ein sterk og týdningarmikil vinna, sum hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin. Virksemið veksur, nýggj skip eru á veg, og reiðaríini gera munandi íløgur fyri at laga seg til altjóða krøv og framtíðar tørv.

Í ársfrágreiðingini vísti formaðurin, Jens Meinhard Rasmussen, á, at føroyski handilsflotin í dag er ein av størstu útflutningsvinnunum í Føroyum og hevur eitt gott grundarlag fyri framhaldandi menning.

“Vit kunnu vera errin av, at vit hava ein sterkan handilsflota, sum støðugt mennist. Nýggj skip eru á veg, og reiðaríini gera umfatandi íløgur fyri at laga seg til altjóða krøv um grøna orkuskiftið og burðardyggan rakstur”, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Hann vísir samstundis á, at um vinnan fáa gagn av sínum møguleikum, er umráðandi, at karmarnir verða dagførdir. Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur fleiri ítøkilig tilmæli millum annað um marknaðaratgongd og karmar, sum kunnu styrkja kappingarførið.

Sambært felagnum eru hetta týdningarmiklar fortreytir fyri, at føroyski handilsflotin framhaldandi kann kappast á altjóða marknaðinum og skapa virði og arbeiðspláss.

Hóast altjóða reglur og marknaðarviðurskifti broytast skjótt, metir felagið, at vinnan hevur góðar vakstrarmøguleikar. Tí er neyðugt, at politisku karmarnir stuðla undir menningina.

Á aðalfundinum vórðu Álvur Højgaard, Hentzar Steingrímsson og Sjúrður Johansen afturvaldir sum nevndarlimir, meðan Steinar Eirikstoft varð valdur sum nýggjur nevndarlimur.

Í nevndini sita nú:

  • Jens Meinhard Rasmussen, formaður

  • Hentzar Steingrímsson, næstformaður

  • Gunnbjørn Joensen

  • Sjúrður Johansen

  • Álvur Højgaard

  • Jónas Sigmarsson

  • Steinar Eirikstoft

Les alla ársfrágreiðingina hjá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #