Útbúgving er máttmesta vápnið til at broyta heimin
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útbúgving er máttmesta vápnið til at broyta heimin
- Nelson Mandela
Politikkur

Framsókn: Hanna hevur stillað upp til øll valini, síðani hon saman við Poul Michelsen stovnaði Framsókn í 2011.

Hanna sat á tingið 2015-2019, har hon eisini var forkvinna í mentanarnevndini. Í február 2019 tók Hanna við sum landsstýriskvinna í útbúgvingarmálum, har hon sat fram til valið. Hetta valskeiði hevur Hanna havt sess í landsstýrismála- og fíggjarnevndini.

Hanna er arbeiðssom og nærløgd sum fáur, og hartil framskygd. Hon hevur evnini at síggja stóru myndina, samtíðis sum hon heldur skil á smálutunum. Leiklutur Honnu hevur viðvirka til nógvar politiskar semjur og loysnir ígjøgnum árini, eitt nú í fíggjarnevndini hetta seinasta skeiði.

Nú Hanna hevur boðað flokkinum frá, at hon hevur valt ikki at stilla uppaftur, vilja vit takka henni fyri hennara megnar arbeiði fyri flokkin og fyri alt Føroya land, og ynskja henni blíðan byr framyvir.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #