RD Group: Leygarkvøldið 6. juni skipar H71 fyri einum risa stórum konsertkvøldi. Stórhøllin Við Tjarnir verður karmur um eitt heilt serligt konsertkvøld, tá heimskenda popp- og hiphopstjørnan Flo Rida kemur til Føroyar. Dyrnar lata upp kl. 20:00 og kl. 21:00 fer Flo Rida á pallin við heimsins størstu hittum ið fáa høllina at kóka.
Flo Rida er ein av teimum kendastu popp- og hiphopartistunum í heiminum og hevur selt yvir 80 milliónir plátur. Hann fekk sítt stóra gjøgnumbrot í 2007 við sanginum “Low”, ið gjørdist eitt satt hitt og lá á fyrsta plássi á amerikanska Billboard Hot 100 í heilar 10 vikur. Síðani tá hevur hann givið út hitt eftir hitt, ið hava dominerað dansigólv, hitlistar og festivalpallar kring allan heim.
Millum hesi stóru hitti eru Low, Right Round, Good Feeling, My House, Let It Roll, Wild Ones, Whistle, og Club Can’t Handle Me – sangir, ið næstan øll kenna, og sum hava fingið milliónir av fólkum at dansa og syngja við. Við sínum fangandi popp- og dansitónum hevur Flo Rida sett síni greiðu spor á altjóða popptónleik í nógv ár.
Tá Flo Rida fer á pall, er tað við fullari ferð. Hann er kendur fyri sínar livandi konsertir, har áhoyrarar veruliga verða drignir inn í upplivingina. Hann er heldur ikki hvør sum helst – við yvir 42 milliónum mánaðarligum lurtarum og sum nummar 103 á listanum yvir mest spældu tónleikararnar í heiminum, er hann ein sonn heimstjørna.
Fyrireikararnir H71 gleða seg sera nógv til at bjóða einum av heimsins størstu popp- og hiphopnøvnum vælkomnum til Føroyar. Tað er ikki á hvørjum degi, at ein poppstjørna av hesum kalibri stendur á føroyskum palli, og alt leggur tí upp til eitt minniligt konsertkvøld við góðum tónleiki, dansi og einum stemningi, ið fólk leingið fara at tosa um.
Sølan byrjar fríggjadagin 27. mars kl. 10:00.
Atgongumerki kunnu keypast á www.tjarnir.fo.
Fyrstu 595 atgongumerkini fáast fyri serprís 595 kr.
Tá tey eru seld, hækkar prísurin, og næstu 695 atgongumerkini kosta 695 kr.
Síðani hækkar prísurin aftur til 795 kr. fyri næstu 795 atgongumerkini, og síðani til 895 kr. fyri næstu 895 atgongumerkini.
Við dyrnar 995 kr.
Tú vilt ikki sita heima, tá Flo Rida lyftir takið Við Tjarnir 6. juni!
Konsertin er fyriskipað av H71 í samstarvi við Nema, Tjarnir.fo, Eventz.fo og All Things Live
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



