Útlendsk arbeiðsmegi heldur Føroyum í gongd. Í fleiri vinnum hevði arbeiðið steðgað uttan arbeiðarar úr øðrum londum. Tey skapa virðir, rinda skatt og byggja upp eitt lív – júst sum føroyingar sjálvir hava gjørt uttanlands.
Men vit hava eina skipan, sum ikki virkar nóg væl.
Fast Track-skipanin hevur gjørt tað skjótari at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvir, men tað er ikki kjarnin.
Arbeiðsloyvir vórðu eisini givin áðrenn. Fast Track gevur bara skjótari málsviðgerð. Tí er trupulleikin ikki arbeiðarin, men politiska skipanin.
Vit síggja arbeiðarar, sum gerast bundnir at arbeiðsgevarum. Ferðir verða til lán. Bústaðir eru vánaligir og dýrir. Tað gevur arbeiðsgevaranum ov stórt vald – og arbeiðaranum ov lítið.
Tað er ikki í lagi.
Arbeiðarar skulu kunna skifta arbeiðspláss uttan at missa rættindi. Tey skulu kunna brúka sínar førleikar. Og skipanin skal tryggja, at arbeiðsviðurskifti eru í lagi.
Rættindi til uppihald og ríkisborgaraskap skulu byggja á tað, fólk hava givið Føroyum – arbeiði, tíð og skatt – og ikki á ein arbeiðsgevara.
Samstundis mugu vit tora at seta krøv. Tey, sum koma til Føroya, koma higar at arbeiða. Tí eigur familjusameining at hava greið og strangari krøv.
Men fram um alt: Hetta eru menniskju. Ikki arbeiðsmegi. Menniskju.
Vit eiga at viðgera tey við virðing.
Vit kunnu gera hetta betur. Tað krevur viljan at broyta, og tað er tann kós, vit eiga at velja.
X við Fróða Hammer
Valdið til fólkið
– Vel Fólkaflokkin 26. mars
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



