Ongin er so stórur og máttmikil sum hann heldur, vit onnur halda
- Piet Hein

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin er so stórur og máttmikil sum hann heldur, vit onnur halda
- Piet Hein
Tiltøk

Fróðskaparsetrið: Hevur tú áhuga í at hjálpa Máltøknideplinum á Fróðskaparsetri Føroya at betra um føroyska teldutýðing, so er at koma í Kongshøll mánadagin, har týðingarpallurin Umsetur verður lagdur fram.

Á pallinum kanst tú týða tekstir úr enskum til føroyskt, meta um týðingarnar og gera broytingar, sum verða brúktar til at læra vitlíki betri føroyskt mál.

Íkast frá brúkarunum er sostatt ein týdningarmikil partur av arbeiðinum hjá Máltøknideplinum at menna eina tænastu, sum tekur støði í veruligari føroyskari málnýtslu.

Títt íkast hevur beinleiðis ávirkan á, hvussu føroyskt verður myndað av talgildum amboðum nú og í framtíðini, so kom í Kongshøll mánadagin 9. februar klokkan 15:00, har tú lærir, hvussu lætt tað er at gera mun í hesum sambandi.

Øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #