Um páskini ger køkurin á Landssjúkrahúsinum nógv burtur úr og ger eisini nógv ymisk sløg av páskareggum til sjúklingarnar, so okkurt er til øll.
- Fyri Køkin hevur tað týdning, at tað verður gjørt nógv burturúr, so øll fáa okkurt gott á páskum. Tí hava vit m.a. gjørt heimagjørd kinderegg til børnini og grating egg til tey, ið hava tyggi- og svølgi trupulleikar, siga starvsfólkini í køkinum á LS millum annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



