Í morgin melur hann tó av ymsum ættum, ímóti kvøldi regn, hitin úr tveimum upp í 8 stig.
Týsdagin mest vestan, lot til frískt lot, móti kvøld upp í norðan og hann minkar vindin, hitin um 6 stig.
Mikudagin frískur vindur av norði, sólglottar, hitin um 6 stig.
Hósdagin gul av norði, smáskýggjað men turt og sólglottar, hitin um 6 stig.
Fríggjadagin bert eitt gul av ymsum ættum, skýggjað men onkrir sólglottar og hitin millum 4 og 7 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



