Har øll sópa fyri egnum durum, verður gøtan skjótt rein
- Johann Wolfgang von Goethe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har øll sópa fyri egnum durum, verður gøtan skjótt rein
- Johann Wolfgang von Goethe
Politikkur

- Eftir drúgva umhugsan og nógvar áheitanir havi eg gjørt av at bjóða meg fram aftur fyri Tjóðveldisflokkin til løgtingsvalið 26. mars, sigur Høgni Hoydal, tá ið VP spyr.

- Hesaferð í einum øðrvísi leikluti enn tey nógvu valini frammanundan, sigur Høgni Hoydal.

- Men sjálvandi vil eg altíð stríðast fyri tjóðveldishugsjónini allastaðni - uttan mun til, um tað er á dekkinum, í lastini, í maskinrúminum, á brúnni ella hangandi uttanborða í lúnningini.

- Vit liva í einum heimi, har oyðandi vápnavald, rátt peningavald og kúganin hjá tí stóra móti tí smáa vil leggja alt undir seg.

- Her heima er eitt ógvusligt rák móti fámannaveldi og sjálvsøkni.

- Vit hava gjøgnum ættarlið bygt tjóð og javnrrættindi í Føroyum, og okkum vantar so lítið í gerast fræls tjóð og at skapa møguleikar hjá øllum føroyingum at hava javnbjóðis kor í Føroyum - hóast nógv er eftir at gera.

- Hetta kann alt fáa stór afturstig, um vit ikki øll gera okkara at venda rákinum og halda hugsjónirnar høgt.

Tað fari eg at gera mítt til og leggja alla orku í, sigur Høgni Hoydal, og fyrrverandi formaðurin í Tjóðveldi, í viðmerking til VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #