Savnsmynd
Savnsmynd
Í D&V bleiv í gjárkvøldið lagt upp til at bankarnir eru skurkurin í føroysku bústaðarkreppuni - at teir gníggja sær um hendurnar, tá ið teir rinda 200 mió. kr í vinningsbýti, meðan bústaðarbyrðan hjá fyrstuferðkeyparum er alsamt hækkandi.
Hetta er ein misskiltur kritikkur av bankunum. Bankin er ikki skurkurin, men heldur ein millummaður, sum tjenar uppá at politiska regulverkið í Føroyum leggur upp til ein yvirhitaðan bústaðarmarknaða við at tileggja til íløgur í fasta ogn framum aðrar íløgur - hví? Tí vinningur av íløgum í føroyska fasta ogn er skattafríður ímun til ALLAR aðrar íløgur.
Keypir tú eini hús í Føroyum og virðið á teimum hækkar, so rindar tú ongan skatt av tí vinninginum. Hvørki so ella so. Og tú fært harafturat rentufrádrátt uppá bústaðarlánið til fyrsta húsið.
Setir tú ístaðin pengarnar í bankan ella í partabrøv, so rindar tú bæði skatt av rentuinntøkum ella vanligum vinningi og vinningsbýti. Men á bústaðarmarknaðinum eru skattakyrrindi. Tað ger fasta ogn til eitt upplagt investeringsobjekt, og tí fer yvirskotskapitalur ofta til at keypa hús – ikki fyri at búgva í teimum, men sum íløgu - og tað skapar óneyðugan yvireftirspurning og trýstir prísirnar upp. Hetta skapar ein yvireftirspurning sum útboðið ikki kann (og heldur ikki eigur) at skulla nøkta.
Føroyski bústaðarmarknaðurin kann samanberast við eitt reelt skattaskjól, har man setur pengar í nakað fyri at sleppa undan at betala skatt av vinninginum!
Ynskja vit betri og breiða atgongd til bústaðarmarknaðin, so forverrast støðan við manglandi ognarskatti av at vit í Føroyum eisini hava ein nokkso stóran part í tilfeingisvinnuni, sum fortjenar væl - og sum eisini verður hjálpt á veg av búskaparliga skeiklandi strukturum (sum politikkararnir eru seinir í betrekkinum at gera nakað við), har onkur tjenar væl meiri enn 10% uppá eginkapitalin, sum formaðurin í búskaparráðinum helt vera “eitt gott avkast”. Hvar seta hesi fólkini (ella fyritøkurnar) so yvirskotskapitalin - sjálvandi í skattfría fasta ogn. Hvussu skulu ung og fyrstuferðkeyparar hava nakran kjans?
So var tað hetta við Evropa og ognarskatti:
Danmark: ognarskatt + grundskyld + rentufrádrátt
Svøríki: ognarskatt + avanceskatt + rentufrádrátt
Noreg: ognarskatt + treytaðan avanceskatt
Finland: ognarskatt + avanceskatt
Týskland: ognarskatt + avanceskatt (innanfyri 10 ár)
Niðurlond: ognarskatt + treytaðan rentufrádrátt
Frankaríki: ognarskatt + avanceskatt
Spania: ognarskatt + avanceskatt
Italia: ognarskatt + avanceskatt
….
Føroyar: rentufrádrátt
Rebekka Joensen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



