Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis
Framsýningar

Innsent: Maria Holm-Jacobsen vísir við myndum sínum Føroyar fram, tó tykjast motivini næstan fremmand. Tey geva okkum møguleika at síggja umhvørvið á øðrvísi hátt. Myndaframsýningin HER er í forhøllini á Landsbókasavninum.

Hvar er myndin tikin? Tað er ofta fyrsti tankin, tá ein sær eina mynd av føroyska landslagnum. Hóast vit kenna motivini aftur í framsýningini HER: skelti, hegn, húsatekjur o.s.fr. leggja myndirnar ikki upp til at verða staðbundnar. Í staðin traðka linjur og flatar fram. Snórabeinu kompositiónirnar, fáa motivini at tykjast óverulig, næstan sum kulissir.

“Mær dámar væl, tá fólk spyrja meg, hvat tað er, tey hyggja at. Um tað er veruligt” sigur Maria Holm-Jacobsen. “Tað merkir, at myndin flytur hugsanina um, hvar vit eru”.

Við myndunum kemur ein ófriður á okkum. Vit kenna ikki umhvørvið aftur, og kenslan fær okkum at síggja landið við øðrum eygum.

Ein av myndunum var við á Ólavsøkuframsýningini  á Listasavni Føroya 2025.

Myndaframsýningin stendur frammi til 1. august, tá bókasavnið er opið. Og tað er - sum altíð - ókeypis atgongd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #