Fólk gloyma tað tú segði. Og tey gloyma tað tú gjørdi. Men tey gloyma ongantíð kenslurnar, tú vakti í teimum
- Maya Angelou

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fólk gloyma tað tú segði. Og tey gloyma tað tú gjørdi. Men tey gloyma ongantíð kenslurnar, tú vakti í teimum
- Maya Angelou
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari:  Liljan Weihe, løgtingskvinna 
Svarari:  Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum 
Evni:  Aldursmark fyri ættleiðing

Spurningar:   
1. Hví er aldursmark sett á ættleiðing, soleiðis at í mesta lagi 42 ár kunnu vera millum foreldur og barn?

2. Hví er tað aldurin hjá tí eldra foreldrinum og ikki tí yngra, sum er galdandi, tá pør ættleiða?

3. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at endurskoða hetta aldursmarkið?

Viðmerkingar: 
Tá einstaklingar ella pør ynskja at ættleiða eitt barn, eru ávísar treytir til ættleiðarar.

Ein treyt er, at ættleiðari ikki er meira enn 42 ár eldri enn ættleidda barnið. Tað ber í sær, at pør, har bæði ella annar er eldri enn 42 ár, bert kunnu ættleiða eldri børn.

Í fjør fingu vit nýggjar reglur um eftirgjørdan gitnað. Tá var aldursmarkið fyri, nær kvinnur kunnu fáa viðgerð fyri barnloysi, hækkað úr 40 upp í 45 ár. Onki aldurmark er fyri makan, um talan er um pør, sum eru í viðgerð fyri barnloysi.

Ein støk kvinna, sum er yngri enn 42 ár, kann ættleiða eitt heilt lítið barn. Men um ein kvinna, sum er yngri enn 42 ár, er í parlagi við ein, sum er eldri enn 42 ár, kunnu tey ikki ættleiða eitt lítið barn. Tá er tað aldurin á eldra ættleiðaranum, sum ger av, hvussu gamalt ættleidda barnið skal vera.

Vit síggja, at familjumynstur broytast. Somuleiðis síggja vit, at kvinnur (og pør) gerast eldri, tá tey gerast foreldur. Hædd er tikin fyri hesum í nýggju reglunum fyri eftirgjørdan gitnað.

Spurningurin er, um tíðin ikki er komin at endurskoða aldursmarkið fyri ættleiðing eisini. 

Á Løgtingi, 11. februar 2026 
Liljan Weihe

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #