Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies
Lesarin skrivar

MEGD: Sameindu tjóðir (ST) hevur útnevnt dagin í dag, 1. mars, at vera altjóða dag ímóti mismuni.

MEGD vil tí nýta høvið at varpað ljós á, at lógir og skipanir í Føroyum áhaldandi fremja mismun ímóti fólki, ið bera brek, men at tað tíbetur ber til at finna virðiligar og varandi loysnir.

Vist tú:

  • at Føroyar hava sett í gildi altjóða brekrættindasáttmálan, sum kann nýtast sum amboð at smíða javnrættindi inn í lóggávu og skipanir?

  • at Føroyar framvegis ikki hava nakra breiða lóggávu sum bannar øllum formum fyri mismuni vegna brek í føroyska samfelagnum? Til samanberingar hava grannalond okkara hava havt slíka lóggávu í áratíggju.

  • at galdandi javnstøðulóg í Føroyum bara bannar mismun vegna kyn, men ikki vegna brek, húðarlit, aldur, átrúnað ella onnur grundleggjandi atlit?

  • at tilmælini frá altjóða brekrættindanevndini til Føroya landsstýri byggja á altjóða framkomna gransking og serfrøði innan eitt nú løgfrøði, búskaparfrøði og samfelagsfrøði, og kunnu hesi vera við til at fyribyrgja og basa mismuni vegna brek?

  • at feløgini hjá fólki, ið bera brek, hava týðandi vitan og førleikar at ráðgeva politikarum og myndugleikum um, hvussu til ber at fyribyrgja og basa mismuni í eitt nú lóggávu og skipanum?

MEGD vil hervið ynskja øllum ein góðan altjóða dag ímóti mismuni.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #