Meira skal til at byggja land enn hurrárópandi mannamúgva
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Meira skal til at byggja land enn hurrárópandi mannamúgva
- úr Børkuvísum
Politikkur

Løgtingið: Tá ið nýtt Løgting er valt, velur Løgtingið fýra løgtingsgrannskoðarar eftir lutfalsvali. Løgtingsgrannskoðararnir, sum vóru valdir í gjár,  eru:

Fróði Magnussen fyri Fólkaflokkin

Erhard Joensen fyri Sambandsflokkin

Jóhannis Joensen fyri Javnaðarflokkin

Bjørg Brynhildardóttir Egholm fyri Tjóðveldi

Uppgávan hjá løgtingsgrannskoðarunum er m.a. at leggja landsroknskapin fyri Løgtingið, saman við sínum viðmerkingum. Løgtingsgrannskoðararnir kunnu eisini áleggja Landsgrannskoðanini at gera frágreiðingar um viðurskifti, ið tey vilja hava lýst.

Nýggjur formaður er Fróði Magnussen og næstformaður er Erhard Joensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #