Ímeðan heimurin fylgir við eru tey fýra rúmdarfólkini umborð á Artemis II nú komin so langt út í rúmdina, sum onki menniskja hevur verið í yvir 50 ár.
Í morgin einaferð skal rúmdarferjan flúgva rundanum mánan, áðrenn túrurin byrjar aftur ímóti jørðini. Í 40 minuttir verður onki samband við Artemis II og fólkini umborð, ímeðan tey flúgva aftanfyri mánan. Har skulu tey millum annað taka myndir og senda tær heimaftur til Nasa.
Ferðin byrjaði 1. apríl og skal eftir ætlan taka 10 dagar.
Omanfyri ber til at síggja beinleiðis myndir frá Artemis II.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



