Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
Innlendis ítróttur

FBF/Polestar-deildin: Fleyr – ÍF 2-3 (25-16, 21-25, 18-25, 25-23, 10-15)

ÍF spældi sín síðasta landskappingardyst í gjárkvøldið, og í spennandi dystinum eydnaðist at vinna 3-2 á Fleyr. Sjálvt úrslitið hevði ikki tann stóra týdningin fyri stigatalvuna, tí frammanundan var longu greitt, at ÍF hevði vunnið bronsuna.

Fleyr fór tíðliga framum við fimm stigum í fyrsta setti, og tann munurin hevði heldur hug at vaksa enn at minka, til Fleyr hevði vunnið settið 25-16.

ÍF tók tey bæði næstu settini. Í tí fyrra fór ÍF framum 13-9, og eitt skifti vaks munurin upp í sjey, áðrenn hann minkaði aftur til fýra, tá ÍF hevði vunnið 25-21. Í tí seinna sprakk ÍF undan, og hóast Fleyr minkaði um munin til 10-11, herjaði ÍF á aftur og vann 25-18.

Fleyr javnaði síðan til 2-2 í settum. ÍF var tó ofta frammanfyri og førdi eisini 9-6 og 10-8, men eftir 10-10 kom ÍF ongantíð framum aftur, tó at teir javnaðu til 23-23. Men tá var Fleyr hvassari og vann 25-23.

Spenningurin hvarv tó skjótt í javnbrótaranum, tí ÍF legði seg á odda 4-0 og 9-1, og við átta dystarbóltum fór ÍF altíð at vinna, tó at Fleyr yvirlivdi teir fýra, áðrenn ÍF vann 15-10.

Hóast bronsan fór til ÍF, so er liðið 12 og 11 stig aftanfyri ávikavist SÍ og Mjølnir á fyrsta- og øðrumplássinum.

ÍF legði tó bragdliga fyri, og vann 3-1 á SÍ í fyrsta landskappingardystinum, men síðani hevur ikki eydnast ÍF at vunnið á teimum báðum oddaliðunum.

Hjá Fleyr hevur kappingarárið verið rættiliga miseydnað, og einastu stigini Fleyr hevur fingið aftrat tí eina stiginum, sum teir fingu í 3-2 tapinum fyri ÍF í gjár, hevur verið í trimum sigrum á Ternuni, sum einki stig hevur fingið. Leygardagin kl. 16 spæla Fleyr og Ternan sín síðsta landskappingardyst, tá tey møtast á Toftum.

Dagin fyri, leygardagin kl. 16, verður oddabrak í Klaksvík, har Mjølnir og SÍ skulu gera av, hvør teirra endar ovast í landskappingini. Mjølnir skal vinna 3-1 ella 3-0 fyri at taka fyrstaplássið, og tí tolir SÍ at tapa 3-2.

Finalurnar um føroyameistaraheitið verða spældar í seinna helmingi av mars. Spælt verður best av trimum dystum.

Liðið, sum endar ovast í sjálvari landskappingini, hevur heimavøll fyrsta dyst.

Næstfremsta liðið hevur heimavøll annan dyst.

Vinna liðini hvør sín dyst – sama hvat settmunurin er – verður føroyameistaraheitið avgjørt í einum triðja dysti á heimavøllinum hjá liðnum, sum var fremst í sjálvari landskappingini.

Støðan í Polestar-deildini:

Nr.

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

15

32

39

2

Mjølnir

15

27

38

3

ÍF

16

6

27

4

Fleyr

15

-23

10

5

Ternan

15

-42

0

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #