Tann, sum fyrst kemur til mylnu, fær fyrst sítt mjøl malið. Men tað er tann næsta músin, ið fær ostin í felluni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann, sum fyrst kemur til mylnu, fær fyrst sítt mjøl malið. Men tað er tann næsta músin, ið fær ostin í felluni
- ókendur
Politikkur

Íslendska løgreglan hevur illgruna um at nakrir menn,  sum vóru við í einum álopi í einum bilkjallara í Reykjavík hava samband við Hamas. Teir høvdu AK47 maskinbyrsur og bóru eyðkennismerkini hjá Hamas. Ein íslendingur var álvarsliga særdur í álopinum og álopið verður kannað sum drápsroynd.  Ein IS-maður var tikin á Akureyri.

Hetta er eitt wake-up call hjá okkum í Føroyum. Um tað  er satt, at Hamas er í Íslandi, so kann Hamas  eins væl vera her í Føroyum. Teir kunnu saktans  vera komnir til íslands við Norrønu og hava verið her á vegnum.

Vónandi er nú allur naivitetur yvirfyri muslimum horvin. Fullkomið bann má setast fyri at loyva slíkum fólki  til Føroyar, og strangt marknaeftirlit setast við allar komur til Føroyar. Politiið má styrkjast. Nú má nulltolerance yvirfyri útlendingum sum gera lógarbrot innførast. Útvísast beinanvegin. Nú mugu vit handla og siga korta nei til muslimskan depil.  

Morgunblaðið skrivar at íslendskir politistar óttast fyri trygdini vegna víðgongdar palestinar. Teir ganga civilir og tora ikki at ganga í politibúna. Minnir ikki sørt um støðuna í svenskum  og  donskum býum. Tá hetta gongur fyri seg hjá okkara næsta granna, okkara brøðratjóð, so kann tað eins væl gera tað her hjá okkum.

Fólkaflokkurin vil gera alt hann er mentur fyri at steðga slíkum tilflytarum og steðga familjusamanføring hjá hesum.  

Til hetta krevst, at Fólkaflokkurin fær eina dygga álitisváttan í morgin.

 X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #