Ikki bara er ónøgdin vaksandi millum hansara mest trúføstu veljarar, men sálarfrøðingar stúra eisini fyri, hvussu hann fer at reagera, so hvørt sum trýstið veksur, skrivar The Mirror.
Ein nýggj útgáva av skjølum, sum hava við Jeffrey Epstein at gera, hevur fingið gomul mál fram í ljósið.
Teirra millum er ein ákæra um, at Trump neyðtók eina 13 ára gamla gentu í 1994.
Hóast málið varð slept í 2016, so lýsir skjalið endurtøku av misnýtslu og nevnir eisini Epstein sum medábyrgdarhavandi.
Trump hevur áður víst ákærunum aftur gjøgnum sínar advokatar, sum hava kallað tær reinar fabrikasjónir.
Sálarfrøðingar hyggja við stúran eftir gongdini. Mark Vahrmeyer frá bretska sálarfrøðifelagnum greiðir frá, at fólk við einum narcissistiskum persónligheitsbygnaði reagera harðliga uppá almennan kritikk:
“Skomm drevur vreiði, og vreiði krevur ein fígginda.” Tá fyrrverandi stuðlar venda sær burtur, sigur hann, kann tað føra til hættislig útbrot og eskalering.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



