Bókin Í morgin fari eg aftur at spæla við babba er innstillað til virðisløn Útnorðurráðsins.
Føroyska bókin sum er í uppskoti til barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2026, er skrivað av Helena Kannuberg og myndprýdd av Lenu Nicolajsen.
Úr Grønlandi er tað bókin Pilu, við teksti eftir Uilu Pedersen og myndprýdd av Susanne Jensen, og úr Íslandi er tað bókin Tjørnin eftir Rán Flygenring.
Virðislønin verður latin 31. august í sambandi við, at Útnorðurráðið hevur 42. ársfund í Íslandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



