Myndugleikarnir í Teheran vraka nýggjasta uppskotið um vápnahvíld og ynskja ein varandi enda á stríðnum móti USA og Ísrael, skrivar almenna tíðindastovan Irna.
Associated Press skrivar, at egyptiskir, pakistanskir og turkiskir meklarar hava lagt fram uppskot um vápnahvíld í 45 dagar og at lata sundið uppaftur. AP endurgevur nevnd embætisfólk í Miðeystri.
Ein kelda úr Hvíta Húsinum sigur við AFP, at ein 45 daga vápnahvíld “er eitt av mongum hugskotum”, og at Trump ikki hevur givið grønt ljós til tað, skrivar norska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



