Løgreglan í høvuðsstaðarøkinum í Íslandi sigur, at einki bendir á, at tey handtiknu í sambandi við álopið í síðstu viku hava tilknýti til Hamas ella eru á einum lista yvir yvirgangsmenn, sum eru undir illgruna.
Tað skrivar íslendska kringvarpið RÚV.
Tvey fólk eru varðhaldsfongslað í málinum.
Løgreglan hevur sagt, at øll tey handtiknu eru útlendskir ríkisborgarar við lítlum tilknýti til landið.
Eitt av teimum trimum ofrunum fyri álopinum er ein íslendskur maður. Hann varð fluttur á intensivu deild á Landspítalinum eftir álopið, men er útskrivaður. Hini fingu minni álvarsligan skaða, skrivar RÚV.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



