Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Fótbóltssamband Føroya og MBM hava gjørt avtalu, ið inniber, at MBM verður høvuðsstuðul hjá øllum steypakappingunum hjá FSF frá í dag og næstu fýra árini

Málverjin hjá Manchester United skal spæla við Trabzonspor komandi kappingarár

FSF hevur fingið umbering frá leiðsluni í Kringvarpi Føroya í sambandi sendingina “Fótbóltsprát”, sum varð send mánadagin 1. septembur

Burn Fitness og Róðrarsamband Føroya fegnast um at hava gjørt eina 3-ára samstarvsavtalu

Hetta vikuskiftið fer Barba Jansdóttir Andreasen aftur at umboða Føroyar á altjóða pallinum – hesa ferð til HM í olympiskari vektlyfting, sum í ár verður hildið í Las Vegas, USA

Sunnudagin komandi verður kappast um føroyameistaraheitið í Vegasúkkling

Stóra steypafinaluvikuskiftið í yngru deildunum er á skránni komandi vikuskifti. Fríggjadagin spæla U21, meðan finalurnar hjá U13, U15 og U17 við dreingjum, og U13 og U16 við gentum verða leygardagin

Góða gongdin heldur fram. Í kvøld vann føroyska U21 landsliðið 1-0 á útivølli móti Luksemborg. Málskjútti var Dávid Reynheim

Tað verða teir somu ellivu sum byrjaðu móti Íslandi, sum í kvøld klokkan 18:30 fáa kjansin ímóti Luksemborg. Dysturin kann síggjast beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum

Martin Agnarsson skoraði einasta málið í dystinum millum Føroyar og Gibraltar

Landsliðsvenjarin hevur framt seks broytingar í byrjunaruppstillingini til dystin í kvøld ímóti Gibraltar. Avspark er klokkan 19:45

- Øll eru hjartaliga vælkomin at súkkla við. Børn, ung, vaksin og eldri. Vit súkkla ein róligan túr, so øll kunnu vera við, sigur Rúni Djurhuus, stjóri í Wenzel

Seinast vóru føroyingarnir teir lítlu ímóti Luka Modric og Kroatia. Nú vera Føroyar tær 'stóru' í Gibraltar. - Vit mugu handfara uppgávuna væl, sigur Andrias Edmundsson

Fríggjakvøldið, tá Kroatia vitjaði á Tórsvølli, fekk Geza Dávid Turi sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar. Í samrøðu við FSF Varpið setur Geza orð á løtuna, ið var ikki sørt kensluborin

Fyrst vann Gunnar Vatnhamar Atla Gregersen, sum annars hevur sitið tungt á trónuni. Gunnar bjóðaði síðani Geza Dávid Turi av

Odmar Færø fekk gult kort ímóti Kroatia, og er tískil leikbannaður til dystiin móti Gibraltar. Í staðin hava venjararnir sent boð eftir Gullbrandi Øregaard úr Sandnes ULF í Noregi

Viðmerkjararnir í sjónvarpsstovuni og nokk flestu føroyingar eru samdir um, at okkara menn stóðu seg frálíka væl í dystinum móti Kroatia, sum onkur helt vit áttu at vunnið 3-1

Við tveimum málum móti einum vann føroyska U21 landsliðið hóskvøldið 2-1 á útivølli móti Íslandi. Málskjúttarnir vóru Mattias Hellisdal og Áki Samuelsen

Føroysku fótbóltsfjeppararnir sleppa at síggja Luka Modric móti Føroyum. Tað váttaði kroatiski landsliðsvenjarin, men ávaraði eisini um, at einki verður tikið fyri givið, skrivar KVF

Eyðun Klakstein er greiður yvir, at tað verður ein torførur dystur móti nummar 10 í heiminum, men allir mans eru tøkir og til reiðar at steðga snildu kroatunum, skrivar KVF

Havsbrún, Fuglafjarðar Kommuna og Flogbóltssamband Føroya hava í felag gjørt hesa innandura sandflogbóltshøllina, Koksið, til veruleika

Landsdystir verða javnan spældir í Føroyum og oftast verða teir avgreiddir í góðum ítróttarligum anda. Til einstakar dystir hava vit tó seinasta árið upplivað ávísar fjepparahópar, sum hava hug at skapa ruðuleika

Seinastu næturnar hava grannar hjá Ovara vølli í Gundadali havt ampa av, at ljósini við vøllin hava staðið og lýst alla náttina

Tað verður forsangarin í Hamraduni, Pól Arni Holm, ið fer at syngja fyri, tá “Tú alfagra land mítt” fer at runga á Tórsvølli fríggjakvøldið

Atli Gregersen hevur verið drúgvur av baklinjuni, og fleiri av profilunum á landsliðnum hava fingið náðileysu skotini úr spískum at føla

Grimsby sendi risan Manchester United út úr Carabao cup-kappingini, men nú vísir seg at Grimsby brúkti ein spælara sum ikki hevði loyvi at spæla

Í dagligdegnum selur Odmar Færø møblar og annað innbúgv til vinnuna, meðan størsti parturin av frítíðini fer við fótbólti. Men við einum góðum stjóra, so ber tað væl til, sigur miðverjin millum annað í samrøðu við FSF varpið

Fyrrverandi venjarin hjá Manchester United, Erik ten Hag (55) er liðugur í Leverkusen góðar tríggjar mánaðir eftir, at hann varð settur í starv

Triðja árið á rað vann ein ung genta, sum reið fyrsta árið í Tvíspor, fyrsta flokk kappingina. Hesuferð var tað 17 ára gamla Ranja H. Djurhuus, sum reið á Sirkill. Hetta er fyrstu ferð eitt ross úr Nólsoy vinnur eitt FM heiti

Fyri fyrstu ferð í føroysku kappingini hevur ein kvinna dømt ein dyst í fremstu deildini hjá monnum. Tað var á Dungasandi leygardagin, tá Nanna Løf Andersen úr Danmark dømdi dystin millum 07 Vestur og B36

Eftir tveir spennandi innleiðandi dagar í Norðurlanda meistaraheiðinum fyri seyðahundar, sum verður hildin uttanfyri Trondheim í Noregi, hevur Føroyar fingið ein søguligan finaluluttakara

Í sambandi við HM undankappingardystin móti Kroatia, bjóðar A-landsliðið við monnum til U11 venjing á Tórsvølli mikudagin 3. septembur klokkan 16:00

 

Føroyskur manshondbóltur er viðgjørdur í nýggjari vísindaligari oddagrein um, hvussu úrvalshondbóltur fer at vera spældur í framtíðini

"Eg føldi meg eitt sindur illa at biðja um troyggjuna, tí hann sá so keddur út," sigur Géza Dávid Turi, sum í gjár var við at varpa United úr EFL-steypakappingini við Grimsby, skrivar KVF

Hann er nýútbúgvin lærari og starvast nú í Tofta skúla. Men í næstum fer Bárður á Reynatrøð at fyrireika seg til HM undankappingardystin móti Kroatia

Føroyska U15 landsliðið við gentum stóð seg væl í Baltic Cup, sum farnu dagarnar hevur verið í Lettlandi

 

Komandi vikuskifti fara FM kappingarnar í leirdúgvuskjóting av bakkastokki

Géza Dávid Turi skoraði fyri Grimsby í brotssparks kappingini sum endaði við 26 brotsspørkum

Umframt at spæla fótbólt og smíða, brúkar Brandur Hendriksson Olsen eisini nógva tíð saman við kríatúrunum. Millum annað hevur hann ein kálv, sum eitur Berint

43 ár gamli Atli Gregersen spælir sítt seinasta kappingarár í ár, men tað er óvist júst nær hann spælir sín seinasta dyst. – Eg virði ta avgerð, sum verður tikin, sigur hann við KVF

Í tilgongdini at menna ríðing sum ítróttagrein í Føroyum, hevur nevndin í Ríðisambandi Føroya avgjørt at seta Eyðnu Simonsen í parttíðarstarv sum skrivari og samskipari hjá sambandinum

Í annaðkvøld skal spælir Grimsby Town móti Manchester United í 2. umfari í Carabao Cup. Higartil hevur okkum vitandi bara ein føroyingur spælt móti Manchester United, skrivar KVF

Fróði Benjaminsen hevur úttikið 18 spælarar til venjingarleguna, sum verður í Slovenia frá 1. til 9. septembur

Klokkan 10 mánamorgunin fara Eyðun Klakstein og Ólavur Mikkelsen at kunngera hóparnar til komandi HM- og EM-uppgávur, sum verða fyrst í komandi mánað

Zlatko Dalic, A-landsliðsvenjari hjá Kroatia, hevur sett navn á teir 23 spælararnar, ið eru úttiknir til HM undankappingardystin móti Føroyum á Tórsvølli fríggjadagin 5. septembur

Ein fjórðingsfinala hjá compound-monnunum mátti avgerast við shoot-off, og tað var tætt í einari hálvfinalu, men annars var ikki tann heilt stóri spenningurin í kappingunum, tá FM í uttandura bogaskjóting var í Hoydølum í dag

Tilsamans 13 bogaskjúttar hava teknað seg til FM uttandura, sum verður í Hoydølum í morgin

Við tryggum sigrum á B68 og 07 Vestur, hava ÍF og B36 spælt seg í hálvfinalurnar í minnu steypakappingini hjá kvinnum

Rayo Vallecano-fjepparar, ið satsaðu upp á, at KÍ fór at vinna á Neman Grodno í Conference League, eru komnir til Føroyar, men í kvøld mugu teir hyggja at Rayo í sjónvarpinum, skrivar KVF

Nýggja kravið um kynskanning av kvinnuligum ítróttafólkum hevur stórar avbjóðingar við sær fyri tvær stórar ítróttatjóðir

# #