Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Leygardagin bresta KÍ og HB saman um Lions stórsteypið hjá kvinnum. Dysturin verður á Tórsvølli og byrjar klokkan 17:00. Ágóðin frá dystinum fer til Colitis-Crohn Felagið

Øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í ár, og sum ætla at skifta felag, skulu fáa hetta avgreitt í seinasta lagi í dag, fríggjadagin 13. mars klokkan 16:00. Tá letur flytingarvindeygað í Føroyum nevniliga aftur á hesum sinni

Hotel Hafnia og Hotel Brandan halda fram sum høvuðsstuðlar hjá Parasport Føroyum í 2026

Við 15,95 stigum eydnaðist tað ÍF Føroyum um vikuskiftið at vinna sælandsmeistaraheitið í estetiskum fimleiki

Ítróttarráðharrin í Iran, Ahmad Donyamali, útilokar at A-landsliðið hjá monnum skal spæla HM í USA, Kanada og Meksiko í summar

Fyri stjóran, Sjúrð Olsen, og øll starvsfólkini í Bygma Balslev er tað stóri áhugin fyri fótbólti, ið hevur verið viðvirkandi til, at fyritøkan, sum hevur høvuðssæti í Hoyvík, er vorðin ein av høvuðsstuðlunum hjá MeistaraDeildunum hjá kvinnum og monnum

Á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya verður nýtt, søguligt yvirlit yvir úrslitini í føroysku liðkappingini í talvi heilt frá byrjan í 1971 nú lagt út

Avstralski innanríkisráðharrin, Tony Burke, váttaði í dag, at stjórnin hevur bjóðað fimm iranskum kvinnuligum fótbóltsspælarum humaniter visum

Fyrsti sigurin hjá Andriasi Edmundssyni í Seriu A gevur vón um, at tað ber til hjá Hellas Verona at bjarga sær lívinum í bestu italsku deildini, heldur toftamaðurin

Um vikuskiftið 28. februar til 1. mars varð kappingin um danska meistaraheitið í olympiskari vektlyfting fyri masters hildin í Valby í Keypmannahavn

Leygardagin 7. mars 2026 vóru seinastu dystirnir í føroyameistarakappingini fyri lið leiktir í Bridgehúsinum í Gundadali.

Kvinnurnar hjá KÍF vunnu í dag 3-0 á Drátti í sínum síðsta dysti í landskappingini í ár

59 leikarar úr trimum ymiskum feløgum luttóku, og eftir kappingina fingu tey samlað trý bestu í hvørjum aldursbólki handað heiðursmerki

Mjølnir og SÍ spældu í Badmintonhøllini í gjár um at enda ovast í sjálvari landskappingini, og harvið fáa ein lítlan fyrimun í FM-finalunum

Í døgunum 27. til 29. mars verða altjóða dartkappingarnar Tórshavn Open og Faroe Islands Open spældar á Glasi

- sum tó vann 3-0 og tryggjaði sær fyrstaplássið

Fýra mánaðir kann vera lang tíð at bíða. Men ein myrkur og kaldur vetur er umsíðir komin at enda – í dag fer MeistaraDeildin 2026 hjá monnum av bakkastokki

Ársins fyrsti dystur í MeistaraDeildini hjá monnum, sum er millum AB og B68, er fluttur til leygardagin 7. mars klokkan 16:45

Leygardagin 7. mars kl. 16:45, byrjar nýtt kappingarár í fremstu føroysku deildini hjá monnum – Meistaradeildini. Samstundis er eisini løtan at fáa eitt sindur eyka spenning í hvørjum umfari við føroyska spælinum Fantasili

Farna vikuskiftið skipað Fótbóltssamband Føroya fyri árligu barna- og ungdómsráðstevnuni. Undirtøkan var góð – umleið 90 venjarar luttóku

Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17 landsliðnum við dreingjum, er hampuliga væl nøgdur við tað, ið hann hevur sæð frá føroyska liðnum seinastu dagarnar

Við einum sannførandi 5-1 sigri á Estlandi í síðsta umfari, vann Bosnia Hersigovina UEFA menningarkappingina, sum farnu dagarnar hevur verið í Føroyum

Manchester United stjørnan Harry Maguire skal hava sparkað og sligið grikskar løgreglumenn eftir bardaga við bretsk ferðafólk

Túsundtals norðmenn hava ognað sær atgongumerki til dystirnar hjá Noreg í HM í fótbólti í summar

ÍF spældi sín síðasta landskappingardyst í gjárkvøldið, og í spennandi dystinum eydnaðist at vinna 3-2 á Fleyr

Um vikuskiftið var árliga barna- og ungdómsráðstevnan á skránni. Ein av luttakarunum var Eyðstein Jacobsen úr Hvalba

​FM-finalan hjá compoundmonnunum bleiv ein jøvn og spennandi hólmgonga millum systkinabørnini Kaj Johannesen og Jóannes Poulsen

Sambært AFP skalt tú gjalda minst 200 dollarar fyri bíligastu atgongumerkini, um tú vilt síggja dyst við eini av teimum størru tjóðunum. Eitt finalupláss kostar millum 2.000 og beint undir 9.000 dollarar

- Hóast tað langt síðani gjørdist greitt, at SÍ og Mjølnir fara at møtast í FM-finalunum í Polestar-deildini, spæla bæði framvegis av lívsins kreftum

Oddaliðini Sandavágur og Havnin vunnu aftur stórsigrar í næstsíðsta umfari í landskappingini í talvi sunnudagin

Leygardagin var árligi aðalfundur Fótbóltssamband Føroya hildin í Trinstovuni á Tórsvølli. Roknskapurin varð lagdur fram, og hann vísti eitt yvirskot upp á góðar 1,4 milliónir krónur

Tað sá leingi út til at Estland fór at vinna ein tepran sigur á Føroyum. Men í síðstu løtu javnaði Andrew Poulsen til 1-1. Í brotssparkskappingini vóru estar tó neyvari, og vunnu at enda 5-4

Spælt varð fríggjakvøldið og leygardagin, og í dag vóru so hálvfinalur og finalur á skrá. Leikararnir hava spælt og vunnið nógvar dystir, og leygardagurin var langur - fyrstu dystirnir byrjaðu kl. 9 og síðsti dystur var ikki liðugur fyrr enn 12 tímar seinn

Á aðalfundinum hjá FSF leygardagin varð nýggja strategiin fyri árini 2026–2030 løgd fram. Strategiin ber heitið Saman Framá og setur eina greiða og felags kós fyri menningina av føroyskum fótbólti komandi árini

Við 3-1 sigri á Føroyum og 5-1 sigri á Estlandi, fingu Bosnia Hersigovina og Ísland eina góða byrjan uppá UEFA menningarkappingina, sum í hesum døgum er í Føroyum

 

Fyribils venjarin hjá U17 landsliðnum við gentum, Fannhard Skoradal hevur úttikið hópin, ið skal umboða Føroyar í EM undankappingini sum verður í Slovenia frá 10. til 19. mars

- Áhugin var stórur, tá ið ÍSF søkti eftir nýggjum aðalskrivara, og nú fegnast vit um at kunngera, at vit hava sett Maritu Debess Magnussen í starv. Hon hóskar sera væl til profilin, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF

Leygardagin 28. februar klokkan 17:00 bresta KÍ og HB saman í ársins stórsteypadysti hjá monnum. Stórsteypadysturin hjá kvinnum, sum eisini verður millum KÍ og HB, verður leygardagin 14. mars

Mikukvøldið 18. februar 2026 hevði Eiðis Ljómfelag ársaðalfund

Christian Høgni Jacobsen er venjari hjá U17 landsliðnum við dreingjum, sum skal møta Estlandi, Bosnia og Íslandi í fýralandakapping, ið verður í Føroyum frá 27. februar til 4. mars

Tað næsta er áttandapartsfinala móti antin Manchester City ella Sporting Lisboa

U17 landsliðið við dreingjum leggur í hesum døgum alla orku í fyrireikingarnar til UEFA menningarkappingina, sum verður í Føroyum frá 27. februar til 4. mars

 

Sunnudagin varð 6. og næstseinasta Grand Prix-umfar í hesum kappingarárinum í borðtennis spælt í høllini í Trongisvági. Undirtøkan var aftur hesaferð góð, nevniliga 55 leikarar

Um vikuskiftið vóru allir úrmælingadómararnir, -hjálpardómararnir og -eygleiðararnir á skeið, har síðsta hond varð løgd á fyrireikingarnar til komandi kappingarár

Leygardagin 21. februar var liðkapping í badminton í Klaksvík. Tilmeldaðir vóru 75 leikarar, og kappast var í trimum bólkum, U11-U15 dreingir, U11-15 blandað lið og U17-vaksin blandað lið

Bæði Sandavágur og Havnin vunnu sannførandi í áttanda umfari í landskappingini í talvi í dag

Skráin fyri barna- og ungdómsráðstevnuna, sum verður 27. og 28. februar er nú klár. Gestur hesaferð verður Graeme Carrick, ið millum annað hevur verið hjálparvenjari hjá beiggja sínum í Middlesbrough, núverandi Manchester United venjarin, Michael Carrick

FIFA-forsetin, Gianni Infantino, elvdi hósdagin til øsing, tá hann var í reyðum keppi og varð avmyndaður smílandi á einum fundi í Washington D.C

Aftaná at avtalan var undirskrivað, fekk FSF varpið orðið á forsetan í Fótbóltssambandinum, Christian Andreasen

- Nú í næstum er ætlanin at leggja fram á heimasíðu Talvsambandsins nýtt, søguligt yvirlit yvir úrslitini í føroysku liðkappingini í talvi  heilt frá byrjan í 1971

# #