Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Mikudagin 16. septembur verður størsta seyðahunda kapping í heiminum sett á Huntington Farm, skotsku megin markið við Ongland

Føroyska talvlandsliðið er á langferð heilt eysturi í Ásia

Frá 25. septembur til 5. oktobur fer U19-landsliðið við dreingjum á venjingarlegu í Slovenia, har tríggir venjingardystir eru á skránni. Umframt slovensku vertunum, skal liðið eisini møta Írlandi og Sameindu Emirríkjunum

Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21-landsliðnum, hevur úttikið 20 spælarar til síðsta EM-undankappingardystirnar í hesum umfarinum, sum vera ímóti Estlandi, Luksemborg og Íslandi

Fyrrapartin mánadagin kunngjørdi Eyðun Klakstein teir 23, ið eru úttiknir til UEFA Nations League-dystirnar ímóti Kasakstan, Moldova og Slovakia. Nýggjur í hópinum er Mattias Hellisdal, sum spælir fyri Västerås SK í Svøríki

Fyrrverandi kekkiski landsliðsmálverjin, Ludek Miklosko, er deyður 64 ára gamal eftir drúgva sjúkralegu

ProRef, sum er felagsskapurin, sum hevur ábyrgdina av at døma dystir í Premier League, viðgongur, at málið hjá Erling Braut Haaland móti Manchester United átti at verið ógildað

Hann hevur spælt 26 dystir og skorað trý mál fyri A-landsliðið. Men nú hevur Árni Frederiksberg valt at takka fyri seg á landsliðnum

Tveir av hollastu bulunum á 1. liði hjá Havnar Telvingarfelag seinnu árini, Carl Eli N. Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson, fara í vetur at telva við Suðuroyar Talvfelag

Fyri veður er dysturin í MeistaraDeildini hjá monnum millum AB og B68, sum skuldi vera í kvøld, fríggjakvøldið, fluttur til sunnukvøldið klokkan 18:30

- Tað svarar til at roykja 3-4 sigarettir

Mánadagin 14. septembur klokkan 10:00 skipar FSF fyri tíðindafundi á Tórsvølli har Eyðun Klakstein og Ólavur Mikkelsen fara at kunngera hóparnar til landsliðsuppgávurnar, sum eru á skránni í næstum

Mikudagin fór VÍF við monnum til Kroatia at spæla tveir dystir í Europa Cup

Rógvi Jacobsen og Atli Danielsen verða hjálparvenjarar. Høvuðsvenjarin ætlar sær meira álopskendan fótbólt og heldur ikki, at vantandi venjararoyndir eru ein vansi, skrivar KVF

Bjóðað verður til Impulsskeið, har evni er “Føroyar í altjóða spælinum – leiðsla og avgerðir – og framtíðin”. Skeiðið verður í Smæruni í Havn leygardagin 26. septembur

FSF varpið hevur skift orð við Christinu Ravnsfjall, grassroots samskipara hjá Fótbóltssambandi Føroya, har hon greiðir nærri frá stuðulsskipanina fyri skúlafótbólt

IRF fer nú undir eitt nýtt átak á sosialu miðlunum, sum næstu tveir mánaðirnar skal seta sjóneykuna á avroð og røkka yngra ættarliðnum

Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 spælarar, sum seinni í mánaðinum skulu á venjingarlegu í Spania

Tórsbreyt er ein týðandi partur av ítróttarumhvørvinum í Havn, og nú er arbeiðið á breytini loksins liðugt

Sunnudagin 20. sept. kl. 13.00–15.00 skipar Verkætlanin, Øll við, fyri einum ítrótta- og rørsludegi í høllini í Gundadali fyri børn, sum bera brek ella hava serligan tørv

Við 2-0 sigri á KÍ er Víkingur steypavinnari 2026 hjá monnum. Ingi Jonhardsson og Aron Jarnskor Ellingsgaard gjørdu málini fyri teir ljósabláu

Í dag varð Jens R. Weihe gjørdur til heiðurslim í Ítróttarfelagnum Frælsi. Hetta varð hátíðarhildið við eini samkomu í Gásadalsgarðinum, har nógv fólk vóru komin saman at heiðra Jensi

KÍ og venjarin, Magnus Powell, og hjálparvenjarin, Thomas Gabrielsson, hava í dag valt at enda samstarvið

Í finaluni, sum varð leikt í Koksinum í Fuglafirði í dag, vunnu tær 2-0 á Onnu Katrinu og Tovu

37 lond, umleið 300 leikarar og fleiri kend dartnøvn savnast í Føroyum, tá EM í dart fyri landslið verður spælt við Tjarnir frá 30. september til 3. oktober

Nú Tórsbreyt er uppstigað og aftur klár til venjingar og kappingar, eru ítróttarfeløgini eisini klár til oyggjaleikirnar

Á árliga Ambassadørdegnum, sum Visit Faroe Islands skipaði fyri á Hotel Hafnia í gjár, fekk FSF ein serligan heiður

Í Klaksvík eru tey sjálvandi spent til steypafinaluna, og í býnum verður ikki tosað um stórvegis annað enn dystin ímóti Víkingi leygarkvøldið

Finalan um Løgmanssteypið hjá monnum nærkast, og ein av teimum, ið heilt vist verður á Tórsvølli leygarkvøldið er Símun Petur Justinussen

Ensku meistararnir Arsenal hava selt Gabriel Martinelli til saudiarabiska liðið Al Hilal, boðar enska felagið frá á heimasíðuni

Fyrsta FM kappingin í sandflogbólti, sum er skipað av Flogbóltssambandi Føroya verður avgjørd um vikuskiftið í Fuglafirði, har mentanarvika er

Við samlaðum 6-1 sigri á 07 Vestur og 7-1 sigri á Víkingi hava HB og KÍ tryggjað sær pláss í finaluni um Løgmanssteypið hjá kvinnum

Tað verður Heini Viðoy, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið hjá monnum, sum verður á Tórsvølli leygarkvøldið klokkan 19:00

Franski landsliðsleikarin, Bradley Barcola, fer úr Paris Saint Germain til Liverpool í einum "langtíðarsáttmála", boðar enska felagið frá á heimasíðuni

Um vikuskiftið hevur Skjótisamband Føroya skipa fyri FM kapping í OL skeet og OL trap

 

Summarið hjá føroysku bogaskjúttunum endaði við einum braki, tá FM-kappingin í bogaskjóting úti varð skotin á skjótibreytini í Hoydølum leygardagin

VÍF vann hjá kvinnunum, H71 hjá monnunum

- Við sigri á B36 leygardagin hevur B71 tryggjað sær uppflyting til MeistaraDeildina hjá monnum. Sostatt verða sandoyingar aftur at síggja í fremstu røð komandi ár

Troy og Norðstrok bjóða til tvær spennandi kappingar

Norsku liðini Bodø/Glimt og Viking møta Atletico Madrid og Bayern München í Champions League

UEFA hevur avgjørt at sleppa ætlanunum um at boykotta FIFA kappingar eftir trygd frá FIFA um, at ætlanirnar hjá Infantino um at selja ein part av FIFA til privatar íleggjarar eru sleptar, sigur UEFA í einum tíðindaskrivi

Um eina viku, hósdagin 3. septembur verður ársins fyrsta steypafinala á skránni, tá U15 dreingirnir hjá HB og Víkingi bresta saman á Tórsvølli

Arbeiðið at umvæla og uppstiga Tórsbreyt er nú liðugt, og í hesum sambandi bjóðar Tórshavnar kommuna øllum til hátíðarhald á Tórsbreyt

Føroyska U15-landsliðið við gentum slapp veruliga at royna seg í Baltic Cup, sum seinastu dagarnar hevur verið í Litava

Hetta er EM kappingin fyri seyðahundar og hon byrjar hósdagin 27. august. Tað eru 114 hundar sum kappast, 38 fyri hvønn dag og 6 teir fremstu fara víðari til finaluna

Sunnudagin verður ítróttarhøllin á Hálsi í Havn karmur um hondbóltsdystirnar um Lionsbikørini, ið samstundis eru fyrstu dystir í nýggja kappingarárinum

Fríggjadagin 25. septembur skipar FSF fyri impulsskeiði við Andrasi Gango, sum í dag er málverjuvenjari hjá Superligaliðnum hjá AGF

Fimta og seinasta etapa í stóru súkklukappingini bleiv koyrd í dag. Pauli Poulsen vann aftur í dag, og við fýra etapu-sigrum, so var tað eisini hann sum vann Leif Mohr Kring Føroyar 2026 samanlagt

Danska, svenska, norska, finska, føroyska og íslendska fótbóltssambandið hava sent út eina felags yvirlýsing viðvíkjandi støðuni í FIFA

Í dag varð súkklað á Sandoynni. Aftur í dag var tætt í toppinum. So tætt at tað bleiv spurtað um sigurin. Allir tríggir fingu somu tíð, men Kostas átti munin

# #