Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Leygardagin 22. mars blivu føroyameistararnir í tvímansleiki funnir. Dystast bleiv í aldursbólkunum U11, U13, U15 og U17

Mánakvøldið hevði A-landsliðið við monnum sína síðstu venjing undan dystinum ímóti Montenegro. Áðrenn menninir fóru á vøllin fekk FSF Varpið orðið á Hanus Sørensen

Á ársaðalfundi í Belek í Turkalandi um vikuskiftið staðfestu limalondini í Tennis Europe, at føroyska tennisítróttin hoyrir heima í evropeiska tennisfelagsskapinum

FM fyri ung í borðtennis hevur um vikuskiftið verið í høllini í Trongisvági, har Borðtennissamband Føroya skipaði fyri endabrestinum í ungdómsborðtennis hetta kappingarárið

Talan verður uttan iva um ein truplan dyst, men dreymurin er at fáa 3 stig ímóti Montenegro týskvøldið, sigur Jóannes Kalsø Danielsen í samrøðu við FSF Varpið

Teir báðir norðmenninir Svein-Gunnar Karlberg og Kurt-Ove Thomassen vunnu Tórshavnar Bridgefestival, sum í ár varð hildin fyri sættu ferð

Havnar Telvingarfelag endurvann FM-heitið í stórum stíli í seinasta umfari í landskappingini í gjár

Jann Benjaminsen verður ikki tøkur til dystin móti Montenegro týskvøldið. Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein sent boð eftir Martini Agnarsson úr Aarhus Fremad

Hóast eitt framúr føroyskt avrik, so var tað ikki nóg mikið til at koppa kekkum, ið leygarkvøldið vunnu 2-1 á Føroyum. Átta minuttir fyri leiklok javnaði Gunnar Vatnhamar til 1-1, og harvið hava Føroyar fingið hol á málskjótingina móti Kekkia

Hetta var tíggjundu ferð at Føroyar tapa móti Kekkia, men fyrstu ferð at Føroyar hava fingið mál móti Kekkia

Hetta vikuskiftið er Tórshavn Bridgefestival í Dansifrøi í Havn. 60 pør kappast í ár og er stórur partur av hesum útlendingar

Hotel Djurhuus-deildin - seinna FM-finalan: Fleyr – SÍ 3-2 (25-10, 15-25, 25-22, 15-25, 15-7)

Amerikanska boksilegendan George Foreman er deyður, 76 ára gamal. Tað kunngjørdi familjan í gjár

Fríggjakvøldið vandi føroyska manslandsliðið á Malsovicka Arena í Hradec Kralove, har Kekkia tekur ímóti leygarkvøldið klokkan 19:45

Neyðugt verður við triðju og avgerandi FM finalu fyri at finna føroyameistaran í flogbólti 2025

Av baklinjuni: Hesaferð dystast Atli Gregersen og Hallur Hansson

Í morgin leygardagin endar landskappingin í talvi við stórum felagsumfari í Kollafirði. Tá fellur avgerðin í øllum fýra deildum. Sum vant møtast Havnin og Sandavágur í avgerandi innanhýsis dysti í 1 deild

Símun Lassaberg og Føroya Brigdesamband hava skrivað undir sáttmála um samskipan av venjingum hjá føroyska bruttolandsliðshópinum

Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar 16 leikararnar til HM play-off dystirnar móti Litava, sum verða, ávikavist, heima 9. apríl Við Tjarnir og sunnudagin 13. apríl í Jonava í Litava

Javnbrótari skuldi til fyri at finna vinnaran í fyrstu FM finaluni hjá kvinnum, sum varð spæld á Giljanesi í kvøld

Kirsty Coventry er í dag vald sum forseti í Altjóða Olympisku Nevndini

Hendur og heilar skulu arbeiða væl saman, tá stóri bridgefestivalurin verður í Havn í vikuskiftinum

Nýggja svimjihøllin í Runavík, sum letur upp í summar, verður ein perla, har ið til ber at svimja, kava, aka í vatnskreiði-bana, fara í sauna og annars bara njóta løtuna og lívið, siga Tórbjørn Jakobsen og Sigrun Jónsveinsdóttir við KVF

Eftir at hava vunnið ein tepran 1-0 sigur á Árna Frederiksberg, bjóðaði skálvíkingurin Atla Gregersen av

Eftir at SÍ hevði vunnið fyrsta sett 25-23, tók Mjølnir yvir og næstan flongdi SÍ í øðrum setti, har serliga Phil Freere var flúgvandi

Hóskvøldið kl. 19 verður fyrsta FM-finalan í Hotel Djurhuus-deildini millum SÍ og Fleyr spæld á Giljanesi, sum er heimavøllur hjá SÍ, tí lítla høllin í Sørvági ikki er góðkend til finaludystir

Tað stóð nógv á, men tá avtornaði vann Brandur Hendriksson Olsen ein tepran 1-0 sigur á Árna Frederiksberg, tá teir skuldu royna seg av baklinjuni

Maibrit Reynheim Petersen setti tvey føroysk met, tá hon var silvur og bronsu í olympiskari vektlyfting

Mikukvøldið kl. 19 verður fyrsta FM-finalan millum SÍ og Mjølnir spæld í ítróttarhøllini á Giljanesi, sum SÍ brúkar sum heimavøll í finalunum, tí lítla høllin í Sørvági ikki er góðkend til finalur

Fyri fyrstu ferð í 70 ár hevur Newcastle vunnið eitt steyp og var tað í dag móti Liverpool í Carabau Cup-finaluni á Wembley

Tvey tepur tap, men samanumtikið stóðu føroysku genturnar seg væl í EM undankappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið í Litava

Hotel Djurhuus-deildin: TB – Fleyr 1-3 (25-18, 12-25, 12-25, 21-25)

Øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í ár, og sum ætla at skifta felag, skulu fáa hetta avgreitt í seinasta lagi í dag, fríggjadagin 14. mars klokkan 16:00. Tá letur flytingarvindeygað í Føroyum nevniliga aftur á hesum sinni

Tá Oddvá Sedea Nattestad í januar luttók í svimjikapping í Íslandi, RIG, var ein av tíðum hennara somikið góð, at talan var um heimsmet

Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum hevur sent boð eftir 31 spælarum til venjingar í næstu viku

Nú styttist til menninir skulu spæla landsdyst í Almere ( Amsterdam ). Tað er Eventz.fo sum skipar fyri túrinum og upphiting áðrenn dystin

Dysturin millum Føroyar og Niðurlond endaði við javnleiki, 32 - 32

FSF og Ólavur Mikkelsen hava gjørt avtalu, ið inniber, at 33 ára gamli strandingurin verður venjari hjá U21 landsliðnum komandi tvey árini

Fimta og seinasta grand prix kappingin í badminton bleiv avgreidd farna vikuskifti, har grand prix meistarar soleiðis eisini blivu funnir

Gianluigi Donnarumma hjá PSG gjørdist stóra hetjan í dystinum móti Liverpool í Champions league, sum endaði við sigri til PSG

Sigtór Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum frá 29. mars til 8. apríl skal til EM undankapping í Moldova

Manchester United hevur ætlanir um at gera nýggjan leikvøll til 100.000 áskoðarar. Tað skrivar felagið á síni heimassíðu

Upphiting áðrenn landsdystin millum Føroyar og Niðurlond

Hann var funnin deyður og einsamallur í einum rótutum húsi. Nú skal eitt rættarmál í Argentina við yvir 100 vitnum royna at lýsa, hvat sum hendi við Diego Maradona

KÍF hevði møguleikan at klintra upp á triðjaplássið í gjárkvøldið í sínum síðsta landskappingardysti í ár, men til tess kravdist ein sigur á oddaliðnum SÍ

Mánadagin kunngjørdi Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til HM undankappingardystirnar móti Kekkia og Montenegro, sum vera á útivølli 22. og 25. mars

Tað kann kosta TB bronsuna, at leiðslan upp á 13-3 í fyrsta setti var mist og settið at enda tapt

Havnar Telvingarfelag hevur nú góðar møguleikar at endurvinna FM-heitið í talvi

Føroyar spæla undankappingardystir móti Kekkia og Montenegro seinni henda mánaðin

Boðað verður frá nógvum vindi seinnapartin í morgin, og tí hevur kappingardeildin hjá FSF avgjørt, at dysturin millum FC Suðuroy og EB/Streym verður útsettur

# #