Tann, sum fyrst kemur til mylnu, fær fyrst sítt mjøl malið. Men tað er tann næsta músin, ið fær ostin í felluni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann, sum fyrst kemur til mylnu, fær fyrst sítt mjøl malið. Men tað er tann næsta músin, ið fær ostin í felluni
- ókendur
Lesarin skrivar

Javnaðarflokkurin varð stovnaður í Tórshavn og á Tvøroyri í 1925.

Flokkurin bleiv stovnaður fyri at verja arbeiðarafjøldina og vinna henni betri sømdir.

Í Havn vóru tað limir í Havnar Arbeiðsmannafelag og á Tvøroyri limir í Enigheden (Fylking) og Fiskepigernes Fagforening, ið stuðlaðu stovnanini av Javnaðarflokkinum.

Petur Mohr Dam kom skjótt at verða ímyndin av Javnaðarflokkinum og formaður.

Hann hevði sína dagligu gongd ímillum verkamannafjøldina á Tvøroyri, og sum nevndarforformaður í Arbeidernes Trawlerdrift (AT), sum arbeiðarafeløgini á Tvøroyri áttu, var hann við til at byggja felagið upp, soleiðis at AT í 1946 var næststørsta fyrirtøka í landinum við 8 skipum umframt annað virksemi á landi.

Hann eigur pláss ímillum teir borgarstjórar og løgtingsmenn í Suðuroynni, ið bygdu oynna upp.

Sonur hansara Atli Dam ( sum eisini var løgmaður eins og pápin ) var líka áhugaður í vinnulívinum.

Sjónvarpssendingar greiddu frá, hvussu hann og skiparar á teim stóru langfaratrolarunum   høvdu eitt sera gott samband.

Men tað var tá.

Tí síðani feðgarnir Dam løgdu árarnar inn, hevur Javnaðarflokkurin gloymt alt um sín uppruna. Havnar Arbeiðsmannafelag, Fylking og Fiskepigernes Fagforening.

Og tað sæst aftur í Løgtinginum og í Landsstýrinum, har flokkurin nú er umboðaður av juristum, skúlalærarum, masterlesandi, stjórnmálafrøðingum, løgreglumonnum, sjúkrasystrum, osv.  

Tvs. teimum vælbjargaðu við fleiri eftirlønum, sum hjá summum teirra umfatar bæði danskar eftirlønir og tær, ið kunnu rakast inn undir seg her heima.

Ongin rødd ið er før fyri at tosa søk arbeiðara – og fiskimanna.

Feløgini, ið stovnaðu Javnaðarflokkin, eru nú vorðin mjólkineyt.    

Tey eru komin í ta støðuna, sum P. M. Dam ávaraði ímóti í sínari 1. mai dags røðu á Tvøroyri í 1945 og kann lesast í Føroya Social – Demokrati fyri tann 7. mai hetta árið. Tey eru svikin. Enntá av sínum egna flokki. Javnaðarflokkinum.

Tí alt seinasta valskeið arbeiddi Javnaðarflokkurin fyri at hækka fólkapensiónsaldurin, og harvið taka rættin frá arbeiðarafjøldini til at fáa fólkapensiónina, ið tey sum útslitin høvdu sæð fram til. Einasta pensión tey kundu fáa saman við AMEG.

Ætlanin var at sparda upphæddin, ið pensionistarnir áttu, skuldi fara í Suðuroyartunnilin.

Soleiðis vildi Javnaðarflokkurin svíkja arbeiðarafjøldina. Og tað hóast at fólkapensiónin, tá hon kom í 1959, var ein gáva frá Danmark til føroyskar pensionistar, sum fyrrverandi formaðurin í Javnaðarflokkinum  P. M. Dam eigur meginpartin av æruni fyri, at føroyingar fingu.

Tvær ferðir royndi Javnaðarflokkurin at svíkja arbeiðarafjøldina. Fyrst í 2025 og aftur í 2026. Men verkafeløgini vóru árvakin, og flokkurin mátti sleppa ætlanini eftir trýsti frá feløgunum.

Tann Javnaðarflokkurin, ið var við feðgunum Dam, er ikki til longur, og verkafeløgini gera rætt í, at minnast tað, sum P. M. Dam segði í sínari 1. mai dagsrøðu í 1945.

Citat frá røðuni:  Hon (arbeiðarafjøldin) vil ikki lata sær noyðast við orð.  Hon krevur handling.

Og hon veit, at einasti mátin hjá henni at tryggja seg ímóti at verða svikin, er sjálv at taka sær um reiggj, sjálv at syrgja fyri, at hennara krøv verða uppfylt. Ger hon ikki tað, verður hon svikin.

Tað var júst tað, ið verkafeløgini gjørdu bæði í 2025 og aftur í 2026, tá ið Javnaðarflokkurin vildi taka núverandi rættin til fólkapensión frá teimum fyri at fíggja Suðuroyartunnilin.

Tey tóku sær um reiggj og steðgaðu ætlanini.

Nú tá vit vita, hvat Javnaðarflokkurin vil við fólkapensiónini, eigur komandi løgtingsval eisini at snúgva seg um, at fáa skift leiðsluna í Javnaðarflokkinum út saman við teimum tingfólkum, sum eins og leiðslan, vilja skerja møguleikarnar hjá arbeiðarafjøldini og fiskimonnum at fáa fólkapension.

Ein nýggj leiðsla kundi fari aftur til tað, sum Javnaðarflokkurin varð stovnaður til.

Og tað var, at verja  arbeiðarafjøldina, og fáa henni góðar sømdir.

P. Michelsen
(Redaktiónin skal gera vart við, at tað er ikki Poul Michelsen, fyrrverandi løgtingsmaður og formaður í Framsókn, sum hevur skrivað. Redaktiónin veit, hvør hevur skrivað.)

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #