Har øll sópa fyri egnum durum, verður gøtan skjótt rein
- Johann Wolfgang von Goethe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har øll sópa fyri egnum durum, verður gøtan skjótt rein
- Johann Wolfgang von Goethe

Anna Caroline Brændstrup fegnast um sítt fyrsta mál fyri A landsliðið - Mynd: Jóhanna Thomsen

Anna Caroline Brændstrup fegnast um sítt fyrsta mál fyri A landsliðið - Mynd: Jóhanna Thomsen

Anna Caroline Brændstrup fegnast um sítt fyrsta mál fyri A landsliðið - Mynd: Jóhanna Thomsen

FSF: Føroyska A-landsliðið við kvinnum leggur í hesum døgum alla orku í at fyrireika seg til HM undankappingardystin ímóti Grikkalandi komandi leygarkvøld.

Men áðrenn leiðin gongur til Grikkalands, hava kvinnurnar verið á venjingarlegu á Kýpros. Á middegi mánadagin var venjingardystur á skránni, og úrslitið gjørdist javnleikur 1-1.

Tá eitt lítið korter var spælt á Ethnikos Achnas Stadion legði heimaliðið seg á odda 1-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum.

Hóast føroyska liðið hevði bóltin nógv og stýrdi meginpartin av spælinum, høvdu okkara kvinnur trupult við at umseta møguleikarnar til mál. Men tá 73 minuttir vóru spældir eydnaðist Onnu Caroline Brændstrup at javna til 1-1.

Fleiri mál komu ikki, og sostatt endaði aðalroyndin við javnleiki, áðrenn spónin verður sett í undankappingina til HM 2027.

Fyrsti dystur er longu leygarkvøldið klokkan 18:30, tá Grikkaland tekur ímóti á Theodoros Vardinogiannis Stadion á Kreta.

Í HM 2027 undankappingini eru Føroyar í bólki C4, saman við Grikkalandi og Georgia.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #