Kendi danski tónleikarin og sjónvarpsverturin Johnny Reimar er deyður. Hann bleiv 82 ár.
Her hjá okkum er hann helst mest kendur sum maðurin aftanfyri fleiri sonevndar kvøðuljómaslagarar, so sum 'Bind dit gule hårbånd', 'Sikke'n fest' og 'Du burde købe dig en tyrolerhat'. Hann sang eisini danska fótbóltssangin til HM í Meksiko í 1986, 'Halli, Halli, Hallo'.
Johnny Reimar var eisini í Føroyum og spældi, eitt nú á G! festivalinum í 2009.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



