Fleiri framstandandi norðmenn hava verið nevndir í teimum meira enn trimum milliónum nýggju skjølunum, sum eru almannakunngjørd í Epstein-gøluni. Teirra millum Mette-Marit krúnprinsessa.
Forsætisráðharrin í Noregi sigur í dag, at allir norðmenn, sum eru nevndir í útgivnu skjølunum, skulu greiða frá sambandinum, skrivar TV 2.
- Eg haldi, at tað er eitt høgt etiskt støði fyri tey, sum umboða Norra, og tað álit, tey fáa. Og vit sum felagsskapur mugu vænta, at tey handfara tað á ein góðan hátt, sigur Jonas Gahr Støre sambært norska miðlinum Dagbladet.
Forsætisráðharrin sigur víðari, at hann væntar, at fólkini, sum verða spurd um Epstein-skjølini, nú siga sannleikan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



