Veðurstovan: Fyri 10 døgum síðan var mynd í Norðlýsinum av sera høgari flóð innast á vánni, 4. februar 2013.
Har sum Ósáin rennur út, var fult upp á bakkarnar báðumegin við. Ein brúgv, sum gekk frá gamla kappróðrarneystinum og yvirum á fyllingina, har sum nógvir stórir og høgir bygningar eru í dag, var næstan undir. Vanliga vóru fleiri metrar av brúnni niður á sjógv/ósan.
Spurt var í stuttu greinini, um fólk mintust hetta serliga fyribrigdið fyri júst 13 árum síðan.
Slík fyribrigdi eru altíð áhugaverd, og vit hava sett okkum eina løtu at hyggja eftir myndunum og meta um orsøkir v.m.
Fyrst fingu vit samband við myndatakaran, Gunhard Hansen. Hann hevði goymt myndirnar í einum geyma, og kundi greiða frá, tá ið hann tók myndirnar.
Hann tók myndirnar seint seinnapartin, eitt sindur eftir arbeiðstíð. Komin oman ímóti gamla kappróðrarneystinum sá hann, at alt var ikki, sum tað plagdi. Vatnstøðan imillum neystið og útfyllingina broyttist skjótt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



