Nes kommuna: Í morgun varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum byggifyritøkuna KBH og Nes kommunu um umbygging og dagføring av kommunuskrivstovuni. Í hesum umfarinum verður umbygt í gamla skúla, har móttøkan og tekniska deild halda til.
Helgi Johannesen, stjóri, og Súni í Hjøllum, borgarstjóri, undirskrivaðu sáttmálan, sum hevur við sær, at farið verður undir arbeiðið í mai. Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt fyrst í november.
Kommunan bað um tilboð uppá byggiarbeiðið frá tveimum fyritøkum. Á býráðsfundi, tann 23. mars, varð samtykt at taka av lægra tilboðnum, sum KBH átti.
Fyri Nes kommunu er tað Bark v/Dáva Reinert Hansen, sum hevur byggileiðsluna.
Í byggitíðini verða ávísar tillagingar gjørdar í dagliga fyrisitingarliga arbeiðinum inni á kommunuskrivstovuni. Móttøkan fer at hava inngongd, har fundarhølið er, og almennu býráðsfundirnir fara at verða hildnir í nýggja Undirhúsinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



