Sum muran - so hýrurin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sum muran - so hýrurin
- úr Børkuvísum
Vinna

KJ Hydraulik sum hevur heimstað í Fuglafirði og fæst við sølu, framleiðslu og handverk innan hydraulik, hevði 8 mió kr í yvirkskoti í fjør.

Tað er góðar tríggjar milliónir krónur meira enn árið fyri.

Tað er nakað minni enn fyri nøkrum árum síðani, tá tølini plagdu vera væl størri. 

Men leiðslan er nøgd og sigur um framtíðina, at virksemið og úrslitið fer at vera áleið tað sama. 

Sølan vaks nakað í fjør, men tað gjørdu framleiðslukostnaðir eisini og meira varð goldið í lønum. Og rentuberandi skuldin er ítøkilig, smáar 60 mió kr, og tær kostaðu felagnum smáar 4 mió kr at hava.

Fíggjarstøðan javnvigar við 230 mió kr og eginognin er 126 mió kr.

Stjóri eru Ólavur A. Olsen og Viggo K. Johannesen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #