Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-099/2025 sambært § 52 a í tingskipanini til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni, um ognartøku av almennari  ogn/festijørð eftir byggi- og býarskipanarlógini

Fyrispurningurin var soljóðandi: 
1. Hava kommunur heimild at ognartaka almenna ogn/festijørð eftir løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir?

Svar: 
Kommunur hava sambært § 12, stk. 1 í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir heimild til at taka privata ogn móti endurgjaldi, tá ognartøkan er neyðug til at fremja tey í góðkendari byggisamtykt ætlaðu tiltøk.

Uttanríkis- og mentamálaráðið metir soleiðis ikki, at § 12, stk. 1 í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir gevur kommunum heimild til at ognartaka almenna ogn ella festijørð.

Uttanríkis- og mentamálaráðið, 3. mars 2026 
Sirið Stenberg 
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #