- Eftir áheitan frá Sandoyar fólkaflokksfelag, havi eg valt at stilla upp. Tað er ein æra at umboða flokkin, Sandoynna og Føroya land, skrivar Kristian Krog Hentze á sínum Facebook profili.
Kristian Krog Hentze er 23 ára gamal og er í læru sum húsasmiður og er fólkaflokksmaður um ein háls, skrivar hann á profilinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



