Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
Tiltøk

LGBT+: Mikukvøldið 6. mai skipa Foreldur at tvørkyndum fyri einum ókeypis og áhugaverdum tiltaki, ið varpar ljós á evnið kyn og samleiki. Tiltakið verður í Perluni í Tórsgøtu 3 frá klokkan 19 til 21 og á skránni er bæði fyrilestur, upplestur og tónleikaframførslur.

Á tiltakinum, sum Elsa Berg, borgarstjóri, setur, fer Sigga Birna Valsdóttir at halda fyrilestur um kyn og samleika í dag.

Hvørjar eru avbjóðingar, og hvussu kunnu vit loysa tær? Eisini fer hon at tosa um, hvørjar avleiðingar minnilutastrongd hevur fyri sálarheilsuna.

Síðani 2009 hevur Sigga Birna starvast sum ráðgevi og terapeutur, har hon serliga hevur arbeitt við ungum tvørkyndum. Sigga Birna hevur ráðgivið hundraðtals fakfólkum innan útbúgvingar-, sosial- og heilsuøkið um kynssamleika og kynsligt fjølbroytni hjá børnum og ungum, kynsliga sannføring, og hvussu ein kann skapa eitt meira kynsinkluderandi umhvørvi. Eisini hevur hon arbeitt nógv við at stuðla og vegleiða í arbeiðinum við børnum og ungum, sum ikki fylgja vanligum kynsnormum.

Á tiltakinum verður forkunnugur upplestur og tónleikur. Ein av okkara virknastu rithøvundum, Marjun Syderbø Kjelnæs, fer nevniliga at lesa nýskrivaðan skaldskap, og Leo og Ása fara at framføra.

Eisini verður ein góður drekkamunnur, og høvi verður at seta spurningar og práta saman.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #