Tað sum trý vita, vita túsund
- gamalt norrønt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað sum trý vita, vita túsund
- gamalt norrønt orðatak
Vinna

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, á messu í Barcelona

Landsstýrismaðurin saman við umboðum frá Landshandlinum.

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, á messu í Barcelona

Landsstýrismaðurin saman við umboðum frá Landshandlinum.

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, vitjaði í gjár heimsins størstu fiskvinnumessu Seafood Expo Global, sum hevur verið í Barcelona dagarnar 21. - 23. apríl. Á fiskivinnumessuni hittast fólk úr øllum liðum av fiski- og alivinnuni, - framleiðarar, útflytarar, veitarar av útgerð og vitan, flutningsfeløg og keyparar úr øllum heiminum.

Landsstýrismaðurin vitjaði føroyska landabásin, har føroyskar fyritøkur, sum selja fisk, halda til. Harumframt vitjaði landsstýrismaðurin aðrar føroyskar fyritøkur, sum halda til uttan fyri føroyska landabásin, talan er um flutningsfyritøkur og veitarar av útgerð og vitan til fiski- og alivinnuna.

Vinnuhúsið, sum samskipar føroyska landabásin, greiddi frá um føroysku luttøkuna og fylgdi landsstýrismanninum runt. Greitt varð frá, at áhugin at sýna fram á messuni er alsamt vaksandi, og at eisini legst til við vinnum, sum eru veitarar til fiskivinnuna. 

- Føroyska fiski- og alivinnan er í heimsflokki, bæði tá tað kemur til rávøru og veitarar, og tað er hugaligt at síggja altjóða áhugan fyri teimum vørum og tænastum, sum føroyska vinnan bjóðar fram, sigur landsstýrismaðurin, sum eisini fegnast um høvið at hitta umboð fyri vinnuna og frætta, hvat rørir seg.

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, á messu í Barcelona

Landsstýrismaðurin saman við umboðum frá Landshandlinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #