Ein trailari fór tvørur á Vestmannavegnum seint seinnapartin í gjár. Ferðslan var av tí sama forða í eina góða løtu.
Ímeðan vegirnir úr Kvívík til Havnar og á flogvøllin vóru táir, var sum á kalvabaki ímillum Kvívík og Vestmanna. Og fólk sum koyrdu á vegnum undraðust á, hví so var.
Men hjá Landsverki siga tey, at trupulleikin var vindur.
- Har varð saltað fyrrapartin, men av tí at vindurin var so nógvur, so feyk saltið av aftur og gjørdi onga nyttu, sigur Ingi Olsen, økisleiðari hjá Landsverki.
- So tað er ikki tí, at tit salta minni á Vestmannavegnum enn aðrastaðni?
- Nei, tað er tað ikki. Men har bar ikki til at salta vegna vind. Og tí bleiv ikki saltað meira tann dagin, eru boðini frá Landsverki.
Tunnil ímillum Vestmanna og Leynar er eitt av vallyftunum sum hevur fylt mest í valstríðnum hjá vestmenningum, nú løgtingsval er í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



