Tað er av alstórum týdningi, at menningin av Suðuroyar Sjúkrahúsi heldur fram og verður ikki niðurraðfest!
Eins og í mongum øðrum viðurskiftum, eru okur suðringar at kalla avbyrgdir frá restini av Føroyum á heilsuøkinum.
Tí skal SuðuroyarSjúkrahús styrkjast og í hesum sambandi má annað neyðugt leggjast afturat.
Her er tað av alstórum týdningi, at fáa suðuroyingar væl umboðaðar í Løgtinginum í Havn, har avgerðirnar verða tiknar.
Seinasta árið hava okur hækkað játtanina til SuðuroyarSjúkhús, so hon er tann hægsta nakrantíð.
Harumframt settu okur í fíggjarnevndini av: 14 mió. til umvælingar á Sjúkrahúsinum.
1,5 mió. til átroðkandi soylu til skurviðgerðina.
1,5 mió. av til at prosjektera útbygging og nýbygging av starvsfólkabygninginum. 1,5 mió til eyka rakstur til flutning av sjúklingum til og úr Suðuroynni.
Hesi tøl tala fyri seg!
Har tað er vilji, er tað eisini vegur!
Veljið eitt sterkt umboð fyri Suðuroynna á Føroya Løgting.
Setið krossin við Javnaðarflokkin.
Setið X við Bjarna Hammer!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



