Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir

Hendingin fór fram í eini bygd í Føroyum í juni í fjør. 

Maðurin sum er ákærdur í málinum fór á bústaðin hjá fyrrverandi arbeiðsgevaranum, og framdi harðskap, sum endaði við dóminum, sum er 40 tíma samfelagstænasta.

Hann fekk eisini ein 20 daga fongsulsdóm, men hesin varð gjørdur treytaður. Tað vil siga, at tann dømdi skal ikki sita dómin, um hann næsta árið ikki ger nakað revsivert, og annars fær samfelagstænastuna avgeidda.

Tann dømdi skal eisini rinda sakarmálskostnaðin.

Partarnir eru samdir um, at tann dømdi maðurin møtti upp hjá sínum fyrrverandi arbeiðsgevara, og at teir har vórðu áfastir. Tann dømdi sigur, at hann tók í kragan á fyrrverandi arbeiðsgevaranum og trýsti hann ímóti vegginum.

Tann órættaði sigur, at hin tók kvørkratak og slerdi fleiri ferðir við knýttum neva. 

Rætturin helt ikki, at tað kundi prógvast, at talan var um kvørkratak og sløg við knýttum neva. Tí varð dómurin gjørdur treytaður.

Tann órættaði vildi eisini hava góðar 130.000 krónur í mistari arbeiðsinntøku, men rætturin helt ikki, at hesin missurin var nóg væl prógvaður, tí skal tann dømdi ikki gjalda endurgjald.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #