Vit føroyingar - úr øllum heiminum/John Johannesen: Fyri løtu síðani havi eg tikið eina av upptøkunum burtur av Vit føroyingar - úr øllum heiminum. Hetta mátti eg gera tí viðkomandi, sum er foreldur, hjúnarfelagi og skattgjaldari í Føroyum fekk so nógva haturstalu oman yvir seg, at viðkomandi heitti inniliga á meg, um at taka upptøkuna burtur.
Haturstalan kom sum viðmerkingar á vanganum og í beinleiðis boðum.
Zaid Al-jay úr Irak hevur játtað at seta orð á, hvussu slíkt kennist. Hann er kristin. Hann elskar Føroyar, skerpikjøt, ræst kjøt og rullipylsu, men býr nú aftur í Irak av persónligum ávum. Hann búði og arbeiddi í Føroyum í fimm ár.
EG FARI ENN EINAFERÐ AT HEITA Á FÓLK UM AT TOSA VIRÐILIGA.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



