Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Politikkur

Løgmansskrivstovan: Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer í morgin til München, har hann skal luttaka á árligu altjóða trygdarráðstevnuni Munich Security Conference, ið verður í døgunum 13. - 15. februar.

Á ráðstevnuni skal løgmaður millum annað luttaka í pallborðsfundi um trygd í Arktis umframt at hann eisini skal hava fleiri politiskar fundir.

Ráðstevnan byrjaði í 1963, og hetta er triðju ferð, at umboð fyri Føroya landsstýri eru boðin at luttaka. 

Á ráðstevnuni luttaka stjórnarleiðarar, ráðharrar, serfrøðingar, granskarar og umboð fyri felagsskapir úr øllum heiminum til at viðgera spurningar um trygdar- og verjupolitikk.

- Heimurin er í stórari broyting. Heimsskipanin, ið byggir á altjóða lóg og samstarv, er um at fara fyri skeytið. Tí er tað týdningarmiklari enn nakrantíð, at vit møtast og tosa við okkara samsintu í NATO um trygdar- og verjumál. Hóast nógv er hent síðan somu ráðstevnu í fjør, er leikluturin hjá okkum í stóran mun tann sami – nevniliga at tryggja áhugamálini hjá Føroyum í Arktis og Norðuratlantshavi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #