Onki er so ringt, at tað er ikki gott fyri okkurt.
Moderaterne, flokkurin hjá uttanríkisráðharranum, stóð í meiningarkanningunum til nóg illa at røkka upp um tinggáttina, sum er 2%.
Men eftir fundin, hann hevði í Hvítu Húsunum við amerikanska starvsbróðurin Marco Rubio, og onkran annan av næstu monnum forsetans um Grønland, er Lars Løkke Rasmussen nú millum best umtóktu floksformenn í Danmark. Tað vísir ein nýggj Epinion-kanning sum er gjørd fyri Altinget.
Moderaterne fáa í kanningini 6,4% av atkvøðunum samanborið við 2,2% í seinastu líknandi kanning.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



