Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling
Onnur tíðindi

Tað svíður í pengapunginum hjá teimum sum fylla sær tangan í hesum døgum. Men tað loysir seg at velja rætta bensinstøð, tí kappingin um kundan tykist at vera harðnað, nú prísurin á brennievni seinastu vikurnar er farin upp.

Ein litur av bensini kostar sambært heimasíðunum 13,39 krónur hjá Magn, men keypir tú frá Effo so er prísurin 12,89 kr.

Munurin sæst eisini aftur hjá teimum sum keypa olju at hita húsini. Hjá Effo kosta 1.000 litrar av gassolju nú 11.625 kr, sama mongd frá Magn kostar 12.125 kr, altso eru har 500 krónur at spara við at velja rættan veitara. Her er sjálvsagt sæð burtur frá ymsum skipanum, feløgini hava um prístryggingar.

Eitt annað, sum leypur í eyguni, er, at diesel nú er dýrari enn bensin. Ein litur av diesel úr pumpuni hjá Effo kostar 13,30 kr. Hjá Magn kostar liturin av diesel 14,18 kr.

Eisini bátadiesel er ódýrari hjá Effo enn hjá Magn í skrivandi løtu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #