Sement: Spot festivalurin í Århus hevur seinnu árini bjóðað einum luttakara í Sement finaluni at spæla á festivalinum. Nú ársins Sement er flutt til í heyst, hevur Spot festivalurin valt vinnaran í 2022, Marius DC at spæla. Hetta kunnger festivalurin í morgun.
Føroyski rapparin hevur síðan sigurin í Sement, staðfest sína støðu sum ein av fremstu listafólkunum á vaksandi føroyska hip hop pallinum.
Marius byrjaði longu at skriva tónleik og framføra sum 14 ára gamal og luttók í síni fyrstu Sement finalu einans 15 ára gamal.
Nú 22 ára gamal hevur Marius útgivið tríggjar EP'ir, har hann hevur kannað eksistentialismu, hjartasorg og klassiska hip-hop reypið úr sjónarhorninum hjá einum ungum manni, sum veksur upp í Tórshavn.
Tað eru FMX og Tórsgøta, ið standa fyri samstarvinum við Spot festivalin, og seinastu árini hava Tunghoyrt, Ása og Aggrasoppar umboða Sement á festivalinum í Århus, ið telist millum teir størstu bransjufestivalarnar í Norðurlondum.
Síðan Sement sigurin hevur Marius DC framført á flestu pallum kring Føroyar, umframt á Iceland Airwaves í Íslandi, Trondheim Calling í Noregi og New Skool Rules í Niðurlondum, og hevur fingið orð á seg sum eitt av bestu live-nøvnum í Føroyum.
Konsertin á Spot Festivalinum verður fyrsta konsertin hjá Marius DC í Danmark.
Hóast hann seinastu fýra árini mest hevur arbeitt á móðurmálinum, ger Marius í 2026 aftur um seg á enskum. Komandi útgáva hansara, The MZA EP Vol II, kemur út longu í apríl, meðan fyrsta staklagið verður givið út 6. mars, og vísir rapparan taka eina greiða politiska støðu fyri fyrstu ferð í yrkisleiðini. Hetta vísir menning hansara bæði sum listamaður og framleiðari: ein norðurlendsk rødd við altjóða ljóði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



