Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak
Onnur tíðindi

Nes kommuna: Tað var ein fegin Martha Øre, sum vitjaði Súna í Hjøllum, borgarstjóra, í dag. Borgarstjórin og Martha kennast væl frá tíðini, tá ið hon gekk í skúla í Fuglafirði.

Martha Øre, sum er 31 ára gomul, er ein av teimum átjan búfólkunum, sum eru flutt inn í nýggja búfelagsskapin hjá Almannaverkinum í Flatabø á Toftum, sum er ætlaður fólki við autismu og øðrum serligum tørvi.

Tíggju ára gomul mátti Martha Øre úr Fuglafirði, sum hevur infantila autismu, ADHD og epilepsi, flyta av landinum, tí ov fáir møguleikar vóru í Føroyum.

Nú fær Martha sín egna bústað, umframt ein nýggjan felagsskap. Dagliga arbeiðir Martha í tillagaðum starvi í Fuglafirði.

Martha Øre sigur, at hon gleðir seg nógv til at fáa nýggjar vinir og at gera ymiskt saman við teimum í felagsrúminum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #