Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis
Tiltøk

Visit Tórshavn: Væl umtóktu matstovudagarnir í Havn verða í ár frá 9. til 15. februar. Ein vika har 6 ymiskar matstovur bjóða gestunum eina serstaka matskrá til ein sera góðan kostnað.

“Hetta verður av fleiri mett sum eitt upplagt høvi at royna ymsar matstovur, og sum ein góð orsøk at fara út til ein betri bita, har øll kunnu vera við”, sigur Sonja Johannesen frá Visit Tórshavn, ið er samskipari av Matstovudøgunum. 

Bíleggingarskipanin er latin upp
Matstovudagarnir vóru tó longu skotnir í gongd hósdagin 29. januar kl. 12, tá bíleggingarskipanin til tær ymsu matstovurnar lat upp.

“Fólk sótu klár við knøttarnar og tað gekk skjótt fyri seg við bíleggingunum, serliga til vikuskifti. Men tó so, so ber enn til at fáa pláss til vikuskifti á nøkrum matstovum.

Valentinsdagur
“Í ár fellur Valentin dagurin, sum er leygardagin 14. februar, við Matstovudøgunum, og síggja vit, at hetta er ein dagur, sum fleiri og fleiri taka til sín og nýta sum eitt gott høvi at bjóða makanum ella onkrum øðrum, ið man er góður við, út til ein betri bita”, greiðir Sonja frá.

Spurd hvussu ein skal gera, um ein vil royna eina ella fleiri matstovur, sigur Sonja:

“Tú fert inn á heimasíðuna matstovudagar.fo, velur ta matstovuna, tú vilt royna og trýstir á bíleggingarknøttin og velur nær, tú vilt hava eitt borð og til hvussu nógv, so tað er lætt og ómakaleyst.” 

Sonja leggur afturat, at tað ber til at síggja allar matskráirnar á heimasíðuni, og eru ivamál við eini bílegging, so er bara at venda sær til tí ávísu matstovuna, ein hevur bílagt frá.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #