Løgið, at kropsligt dirvi er so vanligt, men at moralskt dirvi er so sjáldsamt
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Løgið, at kropsligt dirvi er so vanligt, men at moralskt dirvi er so sjáldsamt
- Mark Twain
Vinna

Tað eydnaðist hjá Meginfelag Búnaðarmanna at tálma útreiðslunum í fjør samstundis sum sølan vaks. Samlaða sølan vaks úr 184 milliónum krónum í 2024 til 194 milliónir krónur í fjør.

Úrslitið gjørdist ein vinningur uppá 1,8 milliónir krónur sum skal samanberast við hall uppá góðar 700 túsund krónur árið fyri. Starvsfólkaútreiðslurnar vóru 35 mió kr, ein millión meira enn árið frammanundan. Men rentur, avskrivingar og aðrar útreiðslur minkaðu.

Miðaltalið á fulltíðarsettum starvsfólkum var 56, eitt meira enn árið fyri.

Fíggjarstøðan javnvigar við 125 mió kr og eginognin er 40 mió kr.

Leiðslan sigur í frágreiðingini, at talan var um eitt ár við nógvum avbjóðingum, millum annað tí at virkið hevur lagt um til nýggja KT skipan.

Tony Hammer Weyhe er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #