Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur  eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna 
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum 
Evni: Endometriosa

Spurningar:   
1) Ætlar landsstýriskvinnan at seta í gongd gransking og at innsavna vitan um kvinnusjúkur í Føroyum, í minsta lagi um endometriosu, ella ein sokallaðan depil fyri kvinnusjúkur?

2) Hevði tað verið ein gongd leið at sett eina ph.d.-verkætlan at granska í endometriosu ímillum kvinnur í Føroyum? Um ja, hvat er ein realistisk kostnaðarmeting av eini tílíkari gransking?

3) Í hvønn mun er primeri geirin í dag samskipaður og virkin til aktivt at veita gentum og ungum kvinnum kunning, ráðgeving og skjóta hjálp í mun til endometriosu? Kundi hetta verið ment?

Viðmerkingar: 
Í november í fjør setti eg tásitandi landsstýriskvinnu við heilsumálum nakrar spurningar viðvíkjandi endometriosu í Føroyum, 52-047/2025.

Svarið staðfesti nøkur viðurskifti, serliga um viðgerðir í sekundergeiranum. Tó meti eg, at meira eigur at verða gjørt fyri tær kvinnur í Føroyum, sum líða av endometriosu.

Tíðin er gingin, og so hvørt sum eg frætti nærri um nakrar raðfestingar í donskum politikki, so varð mær greitt, hvat tað var, sum eg saknaði:

Har hava politikarar stríðst fyri at seta á stovn ein depil fyri kvinnuheilsu. Havi sæð fleiri uppsløg í tíðindamiðlum og á sosialum miðlum, um hetta “Center for Kvinders Sundhed”, sum skal skapa meira vitan um kvinnuheilsu og harvið betri fyribyrging og iðgerð av kvinnusjúkum eins og sjúkum, sum raka kvinnur og menn ymiskt. Tíðindi hava síðani verið frammi um, at politisk avtala er gjørd um at brúka 160 mió kr. í 4 ár til endamálið.

Í fráboðanini frá Indenrigs- og sundhedsministeriet verður ein sjúka nevnd sum dømi um, hvar tørvur er á at gera meira fyri at útvega vitan og hjálpa teimum kvinnum, sum eru raktar, og tað er júst endometriosa. Og sagt verður, at tey vilja útbúgva granskarar innan hesa sjúku við at seta ph.d lesandi. Tað sýnir, haldi eg, at her er veruliga ein tørvur á ætlanum, áhuga, eldhuga og raðfestingum.

Hetta styrkti meg í sannføringini, eg longu havi, um, at her eisini má gerast munandi meira í Føroyum, tá um endometriosu ræður, og eg meti, tað er tørvur á at taka eitt tak fyri allar tær, sum líða av hesi kvinnusjúkuni.  

Eitt hugskot hevði verið at markað lutfalsliga somu upphædd til at kannað og granskað innan endometriosu sum Danmark. Talan hevði verið um umleið hálvaaðru 
til tvær mió kr. yvir nøkur ár. Kundi mann bjóðað eina ph.d. verkætlan í kvinnusjúkuni endometriosu? Kundi mann gjørt eina ambitiøsa heildarætlan, sum fevndi væl og virðiliga um primera geiran, eitt nú Gigni, kommunulækanskipanina, fyrioterapi, vegleiðing o.a. umframt tær viðgerðir í sekundera geiranum, sum vórðu 
nevndar í svarinum til mín 20. november 2025 í omanfyri nevnda spurningi?

Kundi mann gjørt alt hetta betri og ment praksis og vitan um endometirosu í Føroyum?

Tí verða hesir uppfylgjandi spurningar settir.

Á Løgtingi, 2. februar 2026 
Hanna Jensen 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #